Fótbóltur

Chelsea vann fult uppiborið í finaluni

Kai Havertz skoraði stutt fyri hálvleik, og City gjørdist ongantíð heilt vandamikið eftir tað. Harvið eydnaðist tað heldur ikki hjá Guardiola í triðju royndini móti Tuchel, og hann hevur framvegis til góðar at vinna Champions League við City.

Chelsea hevur nú vunnið Champions League tvær ferðir

Chelsea hevur nú vunnið Champions League tvær ferðir

2021-05-29 22:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Chelsea er Champions League-vinnari fyri aðru ferð. Hetta er greitt, eftir at London-felagið vann 1-0 í finaluni móti Manchester City í Porto í kvøld.

Chelsea kom væl betri frá byrjan og hótti beinanvegin City-verjuna við ferð og beinleiðis sendingum frameftir. Timo Werner kom í tvær góðar støður, men fekk ikki heilt nóg gott skot á. Í hinum endanum hótti fyrst Sterling, og nakað seinni gjørdist Phil Foden næstan heilt fríur mitt í brotsteignum, men Antonio Rüdiger kastaði seg fyri skotið.

Stutt fyri hálvleik bragdaði hjá Chelsea. Málverjin Mendy spældi bóltin væl niðan til Ben Chilwell á vinstra vongbakk, hann fann Mason Mount, og so fann álopskendi miðvallarin, ið er vaksin upp í felagnum, Kai Havertz við frálíkari langari sending. Týskarin tók út ímóti bóltinum innanfyri bakketuna hjá City, slapp framvið Ederson, og so var 1-0. Hetta var fyrsta málið í kappingini hjá 21-ára gamla Havertz, ið Chelsea keypti fyri 70 milliónir pund undan kappingarárinum.

Frá hesum stongdi Chelsea bara hurðina heilt. Liðið hjá Thomas Tuchel, ið tók yvir frá Frank Lampard síðst í januar, varð ógvuliga vælskipað, spældi klókt og gav liðnum hjá Manchester City sera fáar alveringsmøguleikar langt uppi á vøllinum og allir leikarar í myrkabláum løgdu nógvar metrar í tað og flutti seg við stórum inntensiteti og heilt rætt uttan bólt. Teir í ljósabláum megnaðu ikki at skapa nakað hóast greiða yvirvág viðvíkjandi tí at hava bóltin - City hevði bert eitt skot uppá mál í dystinum. Riyad Mahrez hevði eina fína skotroynd í yvirtíðini eftir eitt langt, men skotið fór stutt uppum - nærri kom liðið úr Manchester ikki. Hinvegin hevði Christian Pulisic ein stóran møguleika at skora til 2-0.

[object Object]

[object Object]Tuchel vann aftur á Guardiola - hesaferð á heilt stóra pallinum (Mynd: EPA)

Finalan varð eisini merkt av, at tveir lyklaleikarar noyddust út við skaða.  Fyrst var tað Thiago Silva. Brasliumaðurin og stýrimaðurin í krútsterkur fimm-mansverjuni hjá Chelsea lendi illa í einum nærdysti stutt fyri hálvleik, og so kom Anders Christensen á vøllin. Danin gjørdi tað sera væl og kom fyri nógv, eisn og hann var góður á bóltinum. Hjá Manchester City kom tað ógvuliga illa við at liðformaðurin og stjørnuleikarin, Kevin De Bruyne, noyddist av vølli tíðliga í 2. hálvleiki eftir ein samanstoyt við Rüdiger. Blátt eyga og helst heilaskjálvta til belgiska miðvallaran. Hetta varð ikki nakar góði endi uppá City-tíðina fyri Sergio Aguero. Guardiola, ið nú hevur tíggju kappingarár á rað uttan eitt Champions League-steyp, og City hevur ongantíð vunnið kappingina.

Thomas Tuchel hevur nú eitt steyp sum Chelsea-venjari, og tað er tað størsta av teimum øllum. Týskarin var í finaluni í fjør við PSG, og fýra mánaðir eftir sína komu í London hevur hann vunnið tríggjar ferðir á Guardiola, sigrað á Atletico og Real Madrid og stendur sum Champions League-vinnari. Tað er aðru ferð í søgu felagsins - í 2012 vann felagið kappingina við Roberto Di Matteo, ið eisini hevði tikið yvir mitt í kappingarárinum, á odda. Italiumaðurin fekk sekkin stutt seinni, men tað tykist ósannlíkt at Tuchel, ið tykist at hava sett liðið perfekt upp til finaluna, fer nakran veg skjótt. Liðavrikið var frálíkt. Tað var skipanin - og so eisini ein heilt framúr og ótroyttiligur N'Golo Kanté á miðvøllinum, sum hevur verið lyklaleikarin í avgerandi dystunum í kappingini - ið stóð sterkast í myndini.

Champions League finala
29.05, Estádio do Dragao (Porto)
Chelsea - Manchester City 1-0 (1-0) 
42' Kai Havertz (Mason Mount) 1-0

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder