Annað

Chiefs og 49'ers vunnu sær Super Bowl-pláss

Lamar Jackson og Ravens fingu ongantíð tak á í heimadystinum móti Mahomes og meistarunum. Lions hevði stóra leiðslu í San Francisco, men heimaliðið vendi øllum í 2. hálvleiki.

Talan verður um eina endurtøku av Super Bowl fyri fýra árum síðani. Í 2020 vunnu Patrick Mahomes og Chiefs eftir ein flottan enda (Mynd: EPA)

Talan verður um eina endurtøku av Super Bowl fyri fýra árum síðani. Í 2020 vunnu Patrick Mahomes og Chiefs eftir ein flottan enda (Mynd: EPA)

2024-01-29 06:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið og í nátt vórðu finalurnar í ávíkavist American Football Conference (AFC) og National Football Conference (NFC) spældar. Talan er um hálvfinalurnar í NFL, og avgera tær, hvørji lið skulu spæla í størsta árliga dystinum í amerikanskum fótbólti og amerikanskum ítrótti sum heild: Super Bowl.

Baltimore Ravens var fyri fyrstu ferð vertur fyri einari AFC-finalu, men favorittarnir raktu ikki sínum toppstigi. Kansas City Chiefs vann Super Bowl í fjør men hevur havt ávísar trupulleikar í ár: Í fyrra hálvleiki var tó eingin slingur í valsinum hjá Patrick Mahomes, Travis Kelce og hinum, og Taylor Swift - unnustan hjá Kelce - kundi fegnast á áskoðaraplássinum. 

Tað var 17-7 í steðginum. Verjan hjá Ravens fekk nógv betur tamarhald á  Mahomes og hansara monnum í 2. hálvleiki, men trupulleikin var, at verjuparturin hjá Kansas City Chiefs so at siga allan dystin gav Lamar Jackson stórt høvuðbrýggj. Fyriuttan eitt touchdown í fyrsta fjórðingi, fekk Ravens lítið at koyra, og teir mistu eisini bóltin nakrar ferðir. Bert trý stig komu til høldar í 2. hálvleiki, og Chiefs vann annað vikuskifti á rað á útivølli. Um tvær vikur kann liðið hjá Andy Reid endurvinna Super Bowl-heitið og vinna Lombardi-steypið fyri triðju ferð uppá fimm ár.

[object Object]
Travis Kelce loftaði einum touchdown-kasti frá Mahomes og hevur nú loftað flest bóltum samalangt í endaspæls-høpi. Hansara samband við songkvinnuna Taylor Swift hevur fylt nógv seinastu mánaðirnar, og soleiðis verður helst eisini til Super Bowl (Mynd: EPA)

Í Kalifornia vóru tað "leyvurnar úr Detroit", ið vóru nógv meira ágangandi frá byrjan. Í Super Bowl-tíðini hevur felagið ongantíð verið so nær við at komið í stóru finaluna, og tað sá ógvuliga gott út eftir fyrra hálvleik. Detroit Lions skoraði heili 24 stig og sat á tí móti favorittunum í NFC.

Tað var ein onnur søga eftir steðgin, tá San Francisco 49'ers av álvara kom í gongd. Lions misti nakrar møguleikar, og venjarin Dan Campbell satstaði kanska heldur nógv. Brock Purdy, Brandon Aiyuk, Christian McCaffrey og hinir fingu glið á við flottum spølum, heimaliðið flutti bóltin væl, og verjan gjørdi sítt. Í seinasta fjórðinginum skoraði 49'ers 10 stig og kom á odda við júst 10 - høvdu tá skorað 27 stig á rað. Lions fekk minkað um munin, men tað var ov seint. Ein stór afturvendan var fullførd.

San Francisco 49'ers hevur verið eitt oddalið seinastu árini, og í 2020 spældi liðið móti júst Kansas City Chiefs í Super Bowl. Um tvær vikur, 11. februar, fáa Kyle Shanahan og hansara menn møguleika at løta Mahomes og teimum ósigurin frá tá aftur í Las Vegas.

AFC-finalan (onnur hálvfinalan)
Baltimore Ravens - Kansas City Chiefs 10-17 (7-17)

NFC-finalan (hin hálvfinalan)
San Francisco 49'ers - Detroit Lions 34-31 (7-24)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder