Nú er greitt hvørji lið skulu spæla í Super Bowl, sum verður sett í gongd í sunnukvøldið 2. februar, stutt fyri midnátt føroyska tíð, og sum verður avgjørd mánanáttina. Hetta er ein risastórur dystur og eitt risastórt tiltak at vera partur av, og í ár fall tað í lut hjá Kansas City Chiefs og San Francisco 49'ers at skula luttaka í finaluni í NFL.
Hetta vóru favorittarnir at koma í Super Bowl undan hálvfinalunum (Conference finals) í gjárkvøldið og í nátt. Kansas tók ímóti Tennessee Titans, ið hevði sligið New England Patriots og Baltimore Ravens út á útivølli. Útiliðið kom eisini gott frá landi hesaferð og førdi 10-0. Sterki running bakkurin Derrick Henry hevði fjørt av við Patriots og Ravens saman við sínari verju, og hann skoraði fyrsta touchdowni í dystinum. Eftir hetta gjørdi hann ikki so stóran mun, og Patrick Mahomes kastaði tvey touchdowns til Tyreek Hill, og beint fyri hálvleik rann sera dugnaliga quarterbakkurin bólturin sjálvur frálíka væl inn, og Chiefs tók leiðsluna.
Hana bygdi heimaliðið á í 2. hálvleiki, og Titans kom ongantíð nær við at hótta heimaliðið aftur. Teir sera larmandi áskoðarnir fegnaðust meira og meira, og kundu hátíðarhalda at at liðið skal í sína fyrstu Super Bowl í 50 ár. Titans hava verið eitt sera áhugavert íkast í endaspælinum, men Kansas gjørdist endastøðin. Verjan megnaði ikki steðga Mahomes og maskinuni hjá Andy Reid. Nú er spuringurin um 49'ers megna at gera tað í Miami fyrst í februar.
Green Bay Packers-verjan megnaði als ikki at steðga Raheem Mostert í nátt (Mynd: EPA)
Í nátt fekk liðið úr Kalifornia hildið Aaron Rodgers og co til null stig fyri steðgin við at leggja stórt trýst á. Tá var dysturin so at siga avgjørdur, tí Raheem Mostert hevði runnið bóltin inn til trý touchdowns, og heimaliðið førdi 27-0. Í 2. hálvleiki royndi Green Bay Packers at gera eitt comeback, men 20 stig vóru langt frá nóg mikið. Mostert fekk ein eitt touchdown og rann samanlagt heili 220 yards. Enn eitt sterkt avrik frá San Francisco 49'ers, ið hevur vunnið Super Bowl fimm ferðir, og sum seinast var í finaluni í 2013.
Conference-finals (hálvfinalurnar):
Kansas City Chiefs - Tennessee Titans 35-24 (AFC)
San Francisco 49'ers - Green Bay Packers 37-20 (NFC)
Annað
Chiefs og Niners í Super Bowl
Heimaliðini og favorittarnir sigraðu - Packers og Titans fingu ikki av álvara bjóðað av. Patrick Mahomes gjørdi aftur um seg í Kansas - Raheem Mosert var stóri leikarin í dystinum í San Francisco. Super Bowl verður sunnukvøldið 2. februar.
Patrick Mahomes fegnast um, at Chiefs hevur vunnið AFC. Nú er Super Bowl fyri framman (Mynd: EPA)
2020-01-20 18:38
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald