- Eg síggi ikki fyri mær, at hann verður verandi leingi afturat. Um hann verður afturvaldur í mars næsta ár, so verður í øllum førum rumbul.
Hetta staðfesti Christian Andreasen millum annað í sending á FM1 í gjár. FSF-forsetin var gestur hjá Ronnie Thomassen í B36-Varpinum hósdagin.
Sendingin snúði seg tó ikki um B36 í hesum førinum. Evni var óskilið í og kring FIFA - og serliga nógv umrødda forsetan.
Hendingarnar seinastu mánaðirnar hava fingið Christian Andreasen og nógv onnur at broytt hugsan um Gianni Infantino.
Forsetin í Fótbóltssambandi Føroya nevndi millum annað, at Infantino av sínum eintingum gav Donald Trump eina friðarheiðursløn, fleiri løgin ting í sambandi við HM-endaspæli - so sum brádliga strikaða leikbann hjá Folarin Balougun (USA) - og serliga ætlanina hjá ovasta fótbóltsleiðaranum um at selja part av HM-konseptinum til privatar amerikanskar íleggjarar.
- Man hugsar fyri sær: Hvat gongur fyri seg her? Og eins og við øðrum avgerðum, eru tær bara tiknar rundan um FIFA-nevndina.
![]()
Christian Andreasen, sum eisini minnist Gianni Infantino frá tíðini sum ein meira afturhaldnan UEFA-aðalskrivan, helt fyri, at maðurin ikki veruliga er til at kenna aftur:
Møguliga tað eru valdið, umhvørvi og FIFA-skipanin, sum saman hava gjørt tað, at hann uppførir seg so, segði FSF-forsetin, sum annars staðfestir, at Infantino er dugnaligur og hevur ymiskar góðar eginleikar.
- Hann er sera gløggur tosar nógv mál og hansara tíð eru peningaupphæddirnar til fótbóltsmenning hækkaðar. Gjøgnumskygni er batnað - í ein munn
Hann heldur tó lítið um nógvar av atgerðunum hjá Infantino í seinastuni, og tíbetur eru ætlanirnar um privatu íleggjararnir sleptar. Tó er álitið farið frá FSF og øllum limalondunum í UEFA, umframt teimum í millum Asia, og serliga tað við UEFA er ein stórur trupulleiki fyri FIFA-forsetan, staðfesti royndi FSF-forsetin í samrøðuni.
Sí eisini: Video: Vit hava mist álitið á Infantino
Tískil væntar Christian Andreasen ikki, at Gianni Infantino heldur fram so leingi afturat: Møguliga fer hann áðrnen valið í mars 2027, men har kann sveisarin/italumaðurin eisini verða demokratiskt koppaður.
Hóast hetta fer Fótbóltssamband Føroya ikki endaliga út á almenna pallin enn fyri at siga, at man ikki ætlar at atkvøða fyri Gianni Infantino.
- Tað snýr seg eisini um mótvalevni, og í løtuni er einki kunngjørt. Tí bíða vit, sum eitt av smærru fótbóltssambondunum, fyri at síggja hvør kemur á breddan. Men álitið er farið, og vit taka frástøðu frá nógvum av hesum atgerðunum.
Hoyr alla sendingina á leinkjuni niðanfyri:
B36-Varpið: Infantino nærkast endaspælinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald