Fótbóltur

Christian Eriksen small um

Støðan hjá einum av allarbestu donsku fótbóltsleikarunum seinastu árini er óviss, men greitt er, at hon er álvarsom. Eriksen fekk viðgerð í meira enn tíggju minuttir á vøllinum og dysturin í Parkini er støðgaður..

Donsku leikararnir týðiliga rørdur - teir gjørdu ein múr rundanum liðfelaga sín, meðan viðgerðin fór fram (Mynd: EPA)

Donsku leikararnir týðiliga rørdur - teir gjørdu ein múr rundanum liðfelaga sín, meðan viðgerðin fór fram (Mynd: EPA)

2021-06-12 18:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tá 40 minuttir av EM-dystinum millum Danmark og Finnland vóru leiktir í Parkini í Keypmannahavn small Christian Eriksen brádliga um, beint sum hann tók ímóti bóltinum úti í høgru síðu.

Eingin var nær við, og hátturin ið 10' arin hjá Danmark datt uppá gjørdi tað týðiligt beinanvegin, at her var okkurt heilt galið. Átta samarittar og læknatoymi hjá Danmark komu inn á vøllin, og áðrenn leikararnir hjá Danmark - týðiliga rørdir - stillaðu seg fyri og myndatólini ikki vístu á støðuna, sást, at 29-ára gamli leikarin fekk hjartamassagu.

Tað gjørdist næstan heilt kvirt í Parkini, og hyggjarar og onnur ið hava fylgt við ella hava hoyrt um hendingina hava síðani hildið ondini. Konan hjá Eriksen kom á vøllin, eins og umboð frá danska fótbóltssambandinum. Áleið eitt korter eftir hendingina varð Christian Eriksen fluttir av vøllinum á børu, og allir hinir donsku leikararnir fylgdu við. Ongar dagføringar eru komnar um støðuna hjá tí framúr góða leikaranum av Fjóni.

Dysturin, har støðan er 0-0, er ikki í gongd nú, men áskoðararnir eru bidnir um at verða verandi á stólum sínum. UEFA hevur kunngjørt, at hann er fyribils steðgaður. 


Dagført 18.28: Stadionspeakarin hevur kunngjørt, at Christian Eriksen er fluttur á sjúkrahús, og at nærri boð koma 18.45. Dysturin er framvegis ikki útsettur.  Myndir á Twitter vísa Eriksen, sum lyftir høvdið uppfrá, meðan hann verður borin av vølli.

Dagført 18.33: UEFA boðar frá, at støðan hjá Eriksen er stabilisera. Í løtuni tosa umboð fyri liðini við dómaran og umboð fyri altjóða fótbóltssambandinum, hvat skal henda við dystinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder