Fótbóltur

City er meistari - Leicester á gáttini til Champions League

Liðið hjá Brendan Rodgers vann móti einum slagi av eykaliði hjá Manchester United í kvøld. Hetta staðfesti meistaraheitið hjá City, og at Leicester allarhelst kemur í Champions League komandi kappingarár..

Pep Guardiola hevur fyri triðju ferð leitt City til meistaraheitið í Onglandi (Mynd: EPA)

Pep Guardiola hevur fyri triðju ferð leitt City til meistaraheitið í Onglandi (Mynd: EPA)

2021-05-11 20:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú eru fáir dystir eftir í Premier League, og fleiri avgerandi spurningar eru nú svaraðir.

Sunnudagin tapti West Bromwich 3-1 fyri Arsenal, og harvið var fyrsta niðurflytingin hjá Sam Allerdyce veruleiki. Í gjárkvøldið tapti Fulham 2-0 á heimavølli móti Burnley, og tað hevur við sær at Fulham, eins og West Bromwich, fer beinleiðis niður í The Championship aftur. Niðurflytingin hjá Sheffield United er langt síðani staðfest.

Tað hevur verið greitt seinastu mánaðirnar, at tað helst bert er ein spurningur um tíð, áðrenn Manchester City fær meistaraheitið í hús. Síðani seint í 2020 hevur liðið hjá Guardiola verið so at siga suverent. Í vikuskiftinum tapti City fyri Chelsea, og tað varð ístaðin í dag, at meistarheitið varð staðfest. Tað var ikki í einum dysti, har teir í ljósabláum vóru á vølli. Tað var tó í heimbýnum hjá felagnum, sum nú hevur fimm Premier League-heiti og trý uppá fýra ár.

United spældi í Rom hósvkøldið, í Birmingham móti Aston Villa sunnudagin, og liðið hevur útsetta dystin móti Liverpool á skránni hósdagin. Harvið fer liðið hjá Solskjær hóskvøldið at hava spælt fýra dystir uppá eina viku, og tað kemst av ófriðinum, sum United-fjepparar skaptu uttanfyri og inni á Old Trafford 2. mai, tá spælast skuldi móti Liverpool - hetta var fyri at vísa sína ónøgd við Glazer-familjuna, ið eigur felagið. Orsakað av serstøku dystarskránni spardi Solskjær av álvara í kvøld, tá Leicester vitjaði - tíggju broytingar vórðu gjørdar í mun til dystin móti Villa. 

Leicester legði seg eisini á odda eftir tíggju minuttir, tá Luke Thomas sendi bóltin flott upp í longra málhornið. Hetta var fyrsta málið í Premier League hjá unga bakkinum, men stutt seinni javnaði glóðheiti Mason Greenwood, tá Amad Diallo fann hann, og Greenwood skapti sær meira pláss í 16-metrinum og skeyt bóltin framvið Schmeichel niður í longra málhorn. United stóð seg væl í 1. hálvleiki, men eftir stegðin var útiliðið meira omaná, og júst sum Solskjær hevði sent Rashford og Cavani á vøllin í 65. minutti fyri at fara meira eftir sigrinum, skoraði verjuleikarin Caglar Soyuncu við góðum stútara eftir hornaspark. 

1-2 gjørdist endaliga úrsltiið, og harvið liggur Leicester sera væl fyri í mun til at røkka Champions League fyri fyrstu ferð í fimm ár. Tað verður tungt hjá West Ham og Liverpool, ið vitjar Old Trafford hósdagin,at fáa fatur á Leicester ella Chelsea. Tað hjálpir tó nakað, at tey skulu spæla ímóti hvørjum øðrum í einum av teimum seinastu umførunum. Chelsea og Leicester spæla eisini FA Cup-finalu leygardagin.

City er aftur meistari - United fær allarhelst at enda á 2. plássi. Bæði Manchester-feløgini hava eina evroepeiska finalu síðst í mánaðinum.  

Fremstu átta í Premier League
1. Manchester City 80 stig (35 dystir)
2. Manchester United 70 stig (35 dystir)
3. Leicester 66 stig (36 dystir)
4. Chelsea 64 stig (35 dystir)
5. West Ham 58 stig (35 dystir)
6. Liverpool 57 stig (34 dystir)
7. Tottenham 56 stig (35 dystir)
8. Everton 55 stig (34 dystir)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder