Seinastu tíðina hevur nógv fokus verið á Manchester United - Liverpool, ið fyri løtu síðani er farin í gongd á Old Trafford. Men har er eisini ein finala í Onglandi í dag. Hon er ímillum Chelsea og Manchester City.
10. februar setti City veruliga Sarri og Chelsea uppá pláss, tá liðini hittust á Etihad leikvøllinum í Manchester. Hetta staðfesti trupulleikarnir hjá Chelsea í løtuni. Í hesari vikuni kom fram, at Sarri møguliga er á veg út, og at Chelsea ikki kann keypa leikarar næstu tvey flytingarvindeyguni
Les meira
City hevur vunnið 14 útav seinastu 13 dystunum í øllum kappingum. Týskvøldið vann Manchester City 3-2 við tíggju monnum í Týsklandi í Champions League. Liðið hevur nógvar streingir at spæla uppá, og kann framvegis vinna fimm steyp í hesum kappingarárinum.
Liðið hjá Guardiola byrjaði kappingarárið við at vinna á Chelsea í Community Shield (stórsteypadystinum). Seinastu trý árini hevur Manchester City vunnið Carabao Cup tvær ferðir. Chelsea vann kappingina seinast í 2015. Í dag er Manchester City favorittur, men tað kann avgjørt gerast talan um spennandi dyst í. Í desember gjørdist Chelsea fyrsta liðið í kappingarárinum at vinna á City.
Finalan í Carabao Cup (EFL Cup):
16.30 - Wembley: Chelsea - Manchester City (TV3 MAX/Viaplay)
Fótbóltur
City og Chelsea skulu stríðast um steypið
Fyri tveimum vikum síðani vann Manchester City heili 6-0 á Chelsea. Nú hittast liðini í finaluni í Carabao Cup.
Sergio Aguero var flúgvandi seinast liðini hittust (Mynd: EPA)
2019-02-24 14:15
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald