Feløgini Real Madrid og Manchester City spældu seg í gjárkvøldið í hálvfinalurnar í Champions League við at vinna á ávikavist Liverpool og Borussia Dortmund.
Longu undan øðrum fjóringsfinaludysti sá tað trupult út hjá Liverpool, sum tapti fyrra dystin 3-1. Men hóast serliga Liverpool hevði fleiri møguleikar at skora, so kom onki mál í dystinum.
Í hinum dystinum sá eina løtu út til, at Dortmund setti kós móti hálvfinalunum, tá bert 17 ára gamli onglendingurin, Jude Bellingham, legði týskararnar á odda í fyrra hálvleiki.
Men í øðrum hálvleiki settu menninir hjá Pep Guardiola tingini upp á pláss við tveimum málum, sum Riyad Mahres og Phil Foden skoraðu.
Manchester City spældi seg sostatt í hálvfinaluna við 4-2 samanlagt.
Manchester City skal spæla móti Paris St. Germain í hálvfinalunum, meðan Real Madrid spælir móti Chelsea.
Fyrru hálvfinalurnar verða spældar 28. og 28. apríl, tær seinnu 4. og 5. mai.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald