Tað var høg leiktferð, málríkt, ógvuliga dramatiskt og spennandi heilt til endans, tá Tottenham kom víðari til hálvfinaluna í Champions League á Etihad leikvøllinum mikukvøldið. Hetta knústi dreymin hjá City um at vinna øll møguligu steypini í ár.
Les meira her
Nú skal fokus hjá Guardiola og hansara monnum vera á Premier League, og bara Premier League, komandi vikurnar. Liverpool er oddalið, men City hevur ein dyst færri, og við sigri í dag tekur liðið úr Manchester oddasessin. Í dag er uppreisn á skránni, og sterka City-liðið vil løna liðnum úr London aftur.
Tottenham liggur á 3. plássi og er væl fyri til at spæla seg í Champions League aftur. Hetta er tann truplasta uppgávan, ið er eftir hjá Pochettino og hansara monnum, sum tó hava góð minnir frá mikukvøldinum.
Restina av degnum er tað mest áhugaverda niðurflytingarstríðið, har Brighton skal royna at fáa stig í truplum útidysti, og har Newcastle og Southampton skulu royna at slíta seg leys av hesum stríðnum.
12.30: Tottenham - Manchester City (TV3 +/Viapalay)
15.00: Bournemouth - Fulham
Huddersfield - Watford
West Ham - Leicester
Wolves - Brighton
17.30: Newcastle - Southampton
Fótbóltur
City skal svara aftur móti Tottenham
Dagsins fyrsti dystur í Premier League er eitt satt brak og ein endurtøka av seinnu Champions League-fjóðringsfinaluni, har Tottenham sló City út.
Llorente sendi Tottenham víðari mikukvøldið á Etihad. Í dag skulu hann og liðfelgarnir royna at órógva stríðið um meistaraheiti hjá City (Mynd: EPA)
2019-04-20 11:10
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald