Higartil hava fýra lið spælt seg til fjórðingsfinalurnar í Champions League: AC Milan, Bayern München, Benfica og Chelsea. Í kvøld koma tvey afturat á listan.
Mancheser City og Inter Milan eru stórfavorittar at koma víðari - eisini eftir úrsltiini í fyrru dystunum. Gamaní vann City ikki í Leipzig, men ein heimasigur í kvøld er nóg mikið hjá Haaland, De Bruyne og hinum. Málið hjá Guardiola og hansara monnum er at koma í finaluna og lyfta stóra steypið fyri fyrstu ferð í søgu felagsins.
Inter vann seinast kappingina í 2010. Tað ger Milano-felagið helst ikki hesuferð, men italsku meistararnir vunnu 1-0 á Porto í fyrra dystinum og skulu nú syrgja fyri ikki at tapa í Portugal.
Í dag, týsdagin 14. mars
20.00:
Manchester City - RB Leipzig (1-1)
FC Porto - Inter (0-1)
í morgin, Mikudagin 15. mars
Real Madrid - Liverpool (5-2)
Napoli - Frankfurt (2-0)
Í síðstu viku:
Bayern München - PSG 2-0 (0-0) 3-0 samanlagt
Tottenham - AC Milan 0-0 0-1 samanlagt
Les eisini: Bayern varpaði PSG úr Champions League
Týsdagin, 7. mars
Chelsea- Borussia Dortmund 2-0 (1-0) 2-1 samanlagt
Benfica - Club Brügge 5-1 (2-0) 7-1 samanlagt
Les eisini: Chelsea fekk sítt størsta úrslit í ár
Fótbóltur
City skal vinna á Leipzig fyri at nærkast lovaða landinum
Haaland og liðfelagirnir eru stórfavorittar í heimadystinum í kvøld - Inter er í Porto og skal gera arbeiði liðugt.
Kroatiski veruspælarin Josko Gvardiol skoraði fyri Leipzig í 1-1 javnleikinum í Týsklandi 23. februar (Mynd: EPA)
2023-03-14 15:44
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald