Hondbóltur

Claus Mogensen: - Hevði verið stuttligt at fingið eina vertstjóð

Høvuðsvenjarin hjá Føroyum er greiður yvir, at tað helst verður talan um eitt ógvuliga trupult EM-lutakast. Hetta er á skránni hóskvøldið.

- Eg haldi - tíverri - at tað er er stórur møguleiki fyri at fáa eitt ógvuliga trupult lutakast, staðfestir Claus Mogensen. Høvuðsvenjarin vísir tó á nakrar góðar møguleikar hjá Føroyum - eisini í mun til menningina (Mynd: Sverri Egholm)

- Eg haldi - tíverri - at tað er er stórur møguleiki fyri at fáa eitt ógvuliga trupult lutakast, staðfestir Claus Mogensen. Høvuðsvenjarin vísir tó á nakrar góðar møguleikar hjá Føroyum - eisini í mun til menningina (Mynd: Sverri Egholm)

2024-04-17 09:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í morgin, hósdagin 18. apríl, verður lutakast um bólkabýtið í EM-endaspælinum hjá kvinnum 2024. Føroyar eru millum londini, sum vera í bollanum - hetta tí at Føroyar gjørdist ein av ovaru trý'arunum í undankappingini. Liðið er tí í 4. og niðasta styrkisbólki. 

Høvuðsvenjari hjá Føroyum er Claus Mogensen, sum tók við í fjør.

- Eg haldi - tíverri - at tað er er stórur møguleiki fyri at fáa eitt ógvuliga trupult lutakast.

Danin er sostatt greiður yvir, at sum eitt nýtt EM-lið og sum eitt av teimum allarlægst styrkismettu liðunum verður tað tungt. Úr allarovasta styrkislagi er eitt av klassaliðunum, sum stendur eitt sindur veikari enn hini, sigur landsliðsvenjarin við Portalin.

- Úr fyrsta styrkislagi eru jú bert klassalið, sum hava ógvuliga sterkar verjur. Eg vildi tó hildið, at Montenegro stendur best til okkum, av tí at tey ikki hava eitt kontraspæl í heimsflokki sum hini fimm. Eg trúgvi tó eisini, at tað hevði verið spennandi hjá okkara spælarum at roynt seg móti Danmark, Noreg ella Fraklandi í einum endaspæli. 

Styrkisbólkarnir:

Bólkur 1: Noreg, Danmark, Montenegro, Frakland, Svøríki og Niðurlond

Bólkur 2: Týskland, Spania, Rumenia, Ungarn, Sveis og Eysturríki

Bólkur 3: Slovenia, Kroatia, Pólland, Serbia, Norðurmakedónia, Ísland

Pottur 4: Kekkia, Ukraina, Turkaland, Føroyar, Portugal, Slovakia

Tríggjar vertstjóðir eru, og allar eru í potti 2. Har eru Sveis og Eysturríki helst veikastu liðini. Claus Mogensen vísir á, at tað kundi verið ógvuliga áhugavert og gott fyri royndirnar at drigið eina vertstjóð.

- Úr styrkisbólki 2 kundi tað verið feitt at fingið eina av vertsjóðjunum. Tað hevði givið eina stóra uppliving og nógvsar royndir til framtíðina. Tað vildi til dømis verið nakað heilt serligt og at spælt sjálvan byrjanardystin í endaspælinum í Ungarn móti Ungarn.

[object Object]
Simon Olsen, hjálparvenjari, og Claus Mogensen í dystinum í Íslandi fyri tíggju døgum síðani. Teir hava eisini hugt eftir ymisku møguleikunum - Ísland kundi millum annað verið áhugavert (Mynd: Sverri Egholm)

Til seinast er tað styrkisbólkur 3, sum landsliðsvenjarin eisini hevur hugt uppá. Har eru tey liðini, sum Føroyar á pappírinum fara at hava best møguleika at spæla upp ímóti. Og har eru serliga tvey lið, tað eina er ein gamal kenningur.

- Frá triðja bólkinum haldi eg, at Ísland og Norðurmakdónia eru eitt lítið stig undir hini liðini í pottinum. Um vit skulu droyma um stig, so er tann størsti møguleikin helst móti einum av teimum báðum londunum, hóast tað eisini verður ógvuliga torført, staðfestir Claus Mogensen at enda fyri portal.fo.

Sí eisini: Súna vil spæla móti Íslandi aftur

Venjarin vildi ikki beinleiðis geva ein ynskibólk og ein marrubólk, men útfrá útsagnunum í samrøðuni kunnu vit staðfesta, at teir síggja áleið soleiðis út:

Besta lutakastið fyri Føroyar: Montenegro, Eysturríki/Ungarn, Norðurmakedónia/Ísland

Torførasta lutakastið fyri Føroyar: Noreg/Frakland, Týskland, "ikki Ísland/Norðurmakedónia" - helst er Slovenia sterkast her

Lutakastið byrjar klokkan 17 í morgin og kann stroymast á Youtube. Portalurin fer at fylgja gongdini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder