Hósdagin 18. apríl nakað eftir klokkan 17 fæst greiða á, hvørjum føroysku kvinnurnar skulu spæla ímóti til EM-endaspæli í november og desember.
Les eisini: Spennandi lutakast á skránni hósdagin
Mynd: eurohandball.com
Føroyar eru í 4. og niðasta styrkisbólki. Vit hava biðið bakspælaran Súnu Krossteig Hansen hugt nærri eftir møguleikunum og sett orð á, hvat hon ynskir.
Tað eru onkrar avmarkingar, við tað at seks lond longu eru koyrd í hvørt sín bólk - millum annað tey trý vertslondini og er hetta eftir landafrøði. Til ber at lesa meira um tað HER.
24-ára gamla havnarkvinnan kundi annars ynskt sær Sveits úr næstovasta styrkislagi og Montenegro, sum er tað veikasta í tí ovasta, úr potti 1. Júst hetta ber ikki til, men Súna gevur ístaðin tvey góð boð uppá ynskibólkar:
Ísland, Sveits og Niðurlond
Ísland, Rumenia og Montenegro
Súna Krossteig Hansen sær fram til EM-lutakastið (Mynd: Sverri Egholm)
Sveits merkir, at man spælir í Sveits. Ungarn og Eysturríki eru hini vertslondini, og úm ynski hjá Súnu Hansen um Montenegro gongur út, so endar man í Debrecen í Ungarn.
Í øllum førum ynskir hon Ísland, ið Føroyar júst vóru í undankappingarbólki við.
- Vit hava spælt ímóti Íslandi fleiri ferðir, har munurin hevur verið brend skot. Tað ger Ísland til tann ideelan mótstandara fyri okkum, tí vit koma til stórir kjansir móti teimum. Tað gevur okkum eisini møguleikan fyri at leggja lag á okkara spæl móti teimum og læra teirra leikarar betri at kenna. Tað er bara eitt pluss fyri okkum i verjuni - í mun til um tað er eitt lið, man ongantíð áður hevur møtt fyrr
Í viðmerking við Portalin leggur Súna eisini dent á, at man helst skal sleppa undan størstu tjóðunum sum Fraklandi, Danmark og Norra.
Styrkisbólkarnir:
Bólkur 1: Noreg, Danmark, Montenegro, Frakland, Svøríki og Niðurlond
Bólkur 2: Týskland, Spania, Rumenia, Ungarn, Sveis og Eysturríki
Bólkur 3: Slovenia, Kroatia, Pólland, Serbia, Norðurmakedónia, Ísland
Pottur 4: Kekkia, Ukraina, Turkaland, Føroyar, Portugal, Slovakia
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald