Fótbóltur

Conference League: AIK skal gera arbeiði liðugt í Ungarn

Liðið hjá Mikkjali Thomassen er á odda 2-1 undan seinna dystinum í 3. umfari. Seinnu dystirnir hjá Jóannesi Bjartalíð og Gunnari Vatnhamar síggjast á Disney+.

Mikkjal Thomassen og Jóannes Bjartalíð hava ymiskar evropeiskar uppgávur í kvøld - stutt áðrenn dysturin hjá KÍ byrjar (Mynd: Bjarni Enghamar)

Mikkjal Thomassen og Jóannes Bjartalíð hava ymiskar evropeiskar uppgávur í kvøld - stutt áðrenn dysturin hjá KÍ byrjar (Mynd: Bjarni Enghamar)

2025-08-14 12:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ og Víkingur skulu í kvøld royna at spæla seg víðari til play-off umfarið í Conference League. Hetta við dystum á útivølli.

Conference League 3. umfar, seinnu dystirnir
Hósdagin 14. august

19.00: Neman Grodno (BLR) - KÍ 0-2 (Spældur í Ungarn - UEFA-avgerð vegna stuðulin hjá Belarus til Russlands í krígsførslu)
Stroyming: KÍ-Varpið

19.45: Linfield (NÍR) - Víkingur 1-2
Stroyming: solidsport.com

Sí eisini: Stórskíggi í Varpinum og í Víkinga-húsinum

FM1 er á staðnum í Belfast og sigur frá beinleiðis. Byrjað verður klokkan 19.40 - Rúni á Reynatrøð er frásøgumaður.

Føroyingar uttanfyri landoddarnir, við tilknýtum til nevndu feløg, eru í líknandi støðu. 

AIK er á odda 2-1 undan sínum seinna dysti í 3. umfari. Hann verður spældur í Győr. Eins og gamla felag sítt, er Mikkjal Thomassen harvið í Ungarn nú og skal royna at gera arbeiði liðugt fyri at koma í play-off umfari í Conference League.

Les eisini: Mikkjal og teir vunnu sær fyrimun undan uppgerðini í Ungarn

Í 2020 var Mikkjal sum KÍ-venjari í play-off umfarinum í Europa League. Elisabet Vang er kropsligur venjari hjá AIK, og vit kunnu enda við nógvum føroyingum í play-off umfarinum.

Dysturin í Ungarn byrjar klokkan 18 føroyska tíð. Gyor - AIK sæst á expressen.se - hetta riggar møguliga í Føroyum

[object Object]
Víkingur Reykjavík vann fyrra dystin móti Brøndby 3-0 - nú er Gunnar Vatnhamar við aftur

Ein annar er Gunnar Vatnhamar. Gunnar Vathamar var ikki í hópinum hjá Víkingi Reykjavík síðsta hósdag móti Brøndby. Leirvíkingurin hevur ikki spælt seinasta mánaðin ella so vegna skaða í knænum.

Sterki verjuspælarin er tó við í Danmark, og kann hann møguliga fáa ein leiklut til brakið í Brøndby í kvøld. Har er heimaliðið undir stórum trýsti eftir 3-0 tapið í Reykjavík, sum fekk allar ávaringarlampurnar at lýsa í Danmark.

Conference League 3. umfar, seinni dysturin
Brøndby Arena, hósdagin 14. august
18.30: Brøndby IF - Víkingur Reykjavík (Gunnar Vatnhamar) (0-3)

Dysturin sæst á Disney+

Jóannes Bjartalíð og Fredrikstad hava stóra uppgávu

Fyrrverandi spælarin hjá Mikkjali Thomassen í Fredrikstad og KÍ skoraði í síðstu viku móti FC Midtjylland.

Tíverri tapti Fredrikstad 3-1 fyri FCM í heimadystinum, og tískil er talan um ógvuliga torføra uppgávu hjá Jóannesi Bjartalíð og teimum í Herning í kvøld.

Her er talan um Europa League, og Jóannes og teir skulu royna at skapa veruligan spenning í uppgerðina.

Dysturin hjá Bjartalíð og Fredrikstad byrjar klokkan 17 føroyska tíð.
Europa League 3. umfar, seinni dysturin
MCH Arena, hósdagin 14. august
FC Midtjylland - Fredrikstad (Jóannes Bjartalíð) (3-1)

Dysturin sæst eisini á Disney+ - við einum haldi

Sí eisini: Gunnar og Jóannes hava spennandi uppgávur í Danmark í kvøld

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder