Eftir ætlan skuldi Føroya einasti professionelli súkklari út á eina serliga uppliving sum byrjan upp á súkkluárið 2020. Ætlanin var nevniliga, at Torkil Veyhe skuldi vera ein av súkklarunum á Riwal-liðnum, sum skuldi kappast í Tour of Heinan í Kina 23. februar til 1. mars.
Men henda spennandi og øðrvísi súkkluupplivingin gerst nú av ongum hjá 30 ára gamla Torkil Veyhe.
- Eg havi ongantíð súkklað uttan fyri Evropa fyrr, og var spentur upp á at sleppa ein túr til Kina at royna nakað nýtt og øðrvísi og byggja formin upp. Men so kom corona-virussið og setti ein støðgara fyri teirri upplivingini, staðfestir Torkil Veyhe.
- Tað gerst ikki við. Vit mugu fyrst av øllum taka atlit til heilsuna hjá súkklarunum, og tá støðan er so, sum hon er, so taki eg fult undir við við skilagóðu avgerðini um at avlýsa kappingina, sigur Torkil Veyhe.
Byrjanin til kappingarárið er sostatt broytt nakað fyri teir flestu av súkklarunum á professionella danska liðinum Riwal Readynez Cycling Team, tí skráin skráin skuldi broytast fyri teir 20 súkklararnar á liðinum.
Byrjar í Italia hálvan februar
Liðið er so mikið stórt, at tað kann senda fleiri súkklulið avstað í senn, og Torkil hevur nú fingið boð um hvørjar kappingar kann skal luttaka í nú í byrjanini av kappingarárinum.
Fyrsta kappingin verður væl fyrr enn ætlað, nevniliga ein kapping í Italia, sum eitur Trofeo Laigueglia, sum verður súkklað í Liguria í Norðuritalia 16. februar.
Eftir tað skal Torkil til Fraklands at luttaka í Tour Cycliste International du Var et des Alpes Maritimes, sum er ein kapping fýra dagar. Eftir tað eru fyribils tríggjar dagskappingar á skránni Faun-Ardeche Classic og Royal Bernard Drome Classic í Fraklandi 29. februar og 1. mars og Le Samyn í Belgia 3. mars.
Í løtuni eru súkklararnir á Riwal-liðnum í Althea eitt sindur norðan fyri Alicante í Spania á venjingarlegu. Teir komu fríggjadagin og verða eina góða viku áðrenn leiðin gongur heim aftur til Danmarkar mánadagin at fyrireika seg til kappingarnar tá tær byrja tvær viku seinni.
Torkil hevur sjálvur avmarkaðar vónir til tær fyrstu kappingarnar í Italia, Fraklandi og Belgia, tí vanliga er hann ikki í besta formi so tíðliga á árinum. Vanliga toppar hann seinni út á várið og út móti summarinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald