Í dag verður føroyameistaraheitið í telduspælinum Counter-Strike: Global Offensive, sum eSport.fo skipar fyri á hvørjum ári. Talan er um eitt telduspæl, sum hevur vundið serstakliga nógv uppá seg kring allan heimin – eisini í Føroyum.
Tær seinastu vikurnar hava Føroya kringastu leikarar í spælinum dystast á netinum, fyri at avgerða, hvørji av liðunum fáa heiðurin at spæla um føroyameistaraheitið á einum sokallaðum LAN tiltaki, har tað ikki verður spælt á netinum, men saman á einum staði.
LAN tiltakið verður í hølunum hjá Elektron á Staravegi 9 í Tórshavn. Elektron er høvuðsstuðul til føroysku CS:GO kappingardeildina, og tískil hevur kappingin heitið Elektron deildin. Tiltakið byrjar seinnapartin, og væntað verður, at føroyameistarin er funnin einaferð eftir klokkan 19 í kvøld, tó at tað er trupult at siga júst nær, tá dystirnir kunnu verða skiftandi í longd.
Á Elektron hava øll høvið at hyggja við á storskíggja, og eisini verður møguligt at fáa sær ein bita.
Hjá teimum, har tað ikki liggur fyri at verða til staðar til kappingina, ella til tey sum bert eru eitt sindur forvitin, ber til at síggja kappingina á eSport.fo og kendu stroyming heimasíðuni twitch.tv/esportfo. Áskoðaratølini á hesum miðlum hava verið støðugt vaksandi, og væntað verður, at øll met verða sligin til finalurnar.
Tó at tað eru stórir vinningar, so kann sigast, at teir flestu leikararnir spæla tí at tað er nakað teir brenna fyri. Rúni Winther Johnsen, samskipari hjá eSport.fo sigur, at tað er sjálvandi eitt stórt pluss hjá leikarunum, at teir eisini kunnu vinna nógvar vinningar, men hjá teimum flestu er tað ikki tann avgerandi faktorurin hjá bestu leikarunum - teir elska spælið og kappingarumhvørvið.
Tað eru heili 50.000 krónur í vinningum, og tó at tað kann tykjast sum ein stór upphædd, so er hetta smápengar í mun til tað, sum spælarar uttanlands kunnu vinna. Tó so sigur eSport.fo, at tey eru serstakliga fegin um stuðlarnar til deildina, og at undirtøkan frá stovnum og fyritøkum hevur verið størri enn man nakrantíð hevði væntað.
Á heimasíðuni esport.fo sæst, at liðini, sum møtast í finaluni eru TT Gaming og Músavíkingar. Í bronsydystinum hittast Team Ballast og TeamSpik. Spælt verður best av fimm dystum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald