Farna vikuskifti skipaði Fimleikagelagið Støkk fyri nøkrum venjingardøgum, har venjarin Daniel Sundell, sum hevur felagið Coach Dan Gymnastics, var høvuðsvenjari.
Hettar var ein liður í at stimbra venjarar og íðkarar á amboðssíðuni hjá felagnum. Daniel er sera kendur innan amboðsfimleik í Svøríki, har hann millum annað hevur verið venjari hjá juniorlandsliðinum, og hevur verið við til at menna ta svensku kappingar- og útbúgvingar fimleikaskipanina.
Í løtuni arbeiðir hann sum ráðgevi hjá fleiri fimleikafeløgum í Norðurlondum, og hevur eisini egið venjingarhøli uttan fyri Stokkholm. Málið við vitjanini í Føroyum var, at geva amboðsíðkarum og -venjarum nýggjan íblástur og ikki kann sigast annað enn, at tað hava tey hava fingið.
Fleiri nýggj lop og rørslur vórðu roynd, har venjararnir síðan fingu undirvísing í menning av lopunum. Daniel Sandell skipaði eisini fyri einum venjaraskeiði fyri allar breiddaramboðsvenjararnar hjá Støkk.
Daniel er sera aktivur á sosialu miðlunum og her eru nøkur brot frá vikuskiftinum í fimleikahøllini Bylgjuni í Runavík:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald