Best umboðaða føroyingafelagið í íslendskum hondbólti, IBV á Vestmannaoyggjunum, vann seg í finalurnar hjá bæði kvinnum og monnum.
Ingibjørg Olsen og hinar vóru ov stuttar móti Vali, men nú liggja Dánjal Ragnarsson, Janus Dam Djurhuus og hinir ógvuliga væl fyri hjá í finalurøðini hjá monnum. Spælt verður upp í trý, og ÍBV hevur vunnið tvær tær fyrstu finalurnar móti Haukum.
Í kvøld taka teir í hvítum og svørtum ímóti Reykjavík-felagnum úti á Heimaey, og tað verður meistaraveitsla á Vestmannaoyggjunum, um IBV sigrar aftur í kvøld. Annars er neyðugt við einari fjórðu og møguligari fimtu og avgerandi finalu.
Hinar báðar finalurnar hevur IBV vunnið við ávikavist seks og trimum málum.
Triðja íslendska meistarafinalan millum ÍBV og Haukar byrjar klokkan 20.15.
Janus Dam Djurhuus (Savnsmynd: Harald Bjørgvin)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald