Hondbóltur

Danmark er nær við at skriva hondbóltssøgu

Einki land hevur nakrantíð vunnið fýra heimsmeistaraheitið á rað. Nikolaj Jacobsen og fimm spælarar - harímillum Jóhan á Plógv Hansen - kunnu í kvøld vinna fyri fjórðu ferð. Kroatia hevur bergtikið seinastu dagarnar og er forðingin í Oslo-økinum.

Tað hevur ikki verið spenningur um útfallið í nøkrum av dystunum hjá Danmark, sum hevur blást alla mótstðu til viks. Nikolaj Jacobsen, Jóhan á Plógv Hansen og hinir fara nú eftir søguligum sigri (Mynd: EPA)

Tað hevur ikki verið spenningur um útfallið í nøkrum av dystunum hjá Danmark, sum hevur blást alla mótstðu til viks. Nikolaj Jacobsen, Jóhan á Plógv Hansen og hinir fara nú eftir søguligum sigri (Mynd: EPA)

2025-02-02 10:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 2008 gjørdist Danmark á fyrsta sinni evropameistari í hondbólti við finalusigri á Kroatia í lutfalsliga lítla norska býnum Lillehammer.

Nú, 17 ár seinni, hittast londini aftur til eina stóra finalu í Noreg. Hesaferð verður tað í stóru Unity leikhøllini i Bærum, sum er í Oslo-útryðjuni. HM-finalan byrjar klokkan 17 føroyska tíð.

Kroatiskt krút

Í dag eru júst 22 ár liðin síðani, at Kroatia vann sítt fyrsta og higartil einasta heismeistaraheitið í manshondbólti - kroatar hava tó verið við til at vunnið HM-gull við Jugoslavia eisini (1986).

Hondbóltsvilla landið eigur tvey OL-gull, og skal í kvøld royna at vinna sína fyrstu stóru kapping síðani í Athen í 2004. Hetta verður seinasti landsdystur hjá Domagoj Duvnjak. Liðfelagin hjá Eliasi á Skipagøtu í THW Kiel er eitt ógvuliga stórt ítróttanavn í Kroatia, men honum manglar eitt gull heiðirsmerki í EM/HM/OL.

Sannlíkindi fyri at tað kemur í hús eru ikki stór - hóast Kroatia nú stendur í einari finalu. Einari finalu, sum liðið stríddi seg til við sigrum á Íslandi, Slovenia, Ungarn (fjórðingsfinala) og á Fraklandi (hálvfinala) Liðið hjá Dagur Sigurðsson skuldi vinna við minst fýra málum á Íslandi fyri at hava fyrimunin í miðumfarinum, var aftanfyri við fýra málum tá fimm minuttir restaðu í móti Ungarn, og hevði greiða yvirvág í fyrra hálvleiki móti Fraklandi.

[object Object]
Stórur fagnaður á kroatum eftir sterka hálvfinalusigurin í Arena Zagreb (Mynd: EPA)

[object Object]Íslendingurin Dagur Sigurðsson hevur ført stoltu hondbóltstjóðina í eina finalu aftur (Mynd: EPA)

Trupulleikin hjá Kroatia kann verða møði - nakrir spælarar eru slitnir - tað at heimavallarfyrimunurin frá undanfarnu dystunum er burtur, og so er tað serliga mótstøðuliðið.

Danskt dynamitt

Danmark hevur enn ikki spælt ein spennandi dyst í endaspælinum. Trýfaldu heimsmeistararnir hava verið heldur hepnir við, hvussu lutakast og kapping hava lagað seg fyri teir, men liðið hjá Nikolaj Jacobsen hevur millum annað vunnið við tíggju málum á Týsklandi og við 13 málum á Portugal, sum annars hevði koppað júst Týsklandi, Spania, Svøríki og Noreg á vegnum.

Bæði móti Týsklandi og Portugal skoraði Danmark 40 mál. Ongantíð hevur ein HM-hálvfinalusigur verið so stórur sum tann hjá dønum fríggjakvøldið, og nú bíðar seinasta avbjóðingin.

[object Object][object Object]
Mathias Gidsel og Emil Nielsen fegnast eftir góðar atgerðir í hálvfinaluni móti Portugal. Millum nógvar stórar profilar eru hesir báðir - á ymsan hátt - helst teir mest umráðandi spælararnir hjá dønum (Myndir: EPA)

Í Danmark tykjast tey fegin um, at tað ikki er Frakland, sum er forðingin í finaluni. Tað var tað í EM í fjør, og tá vann Frakland eftir longda leiktíð. Danmark er nú søguliga stórur finalufavorittur hjá fleiri veddingarfyrtøkum. Viðmerkjarar í fleiri londum skýra eisini spælið vera "søguliga góðan hondbólt".

Spælarar sum Mathias Gidsel, Simon Pytlick, Rasmus Lauge og Emil Nielsen blóma. Breiddin er góð, umframt at ferðin og góðskan í spælinum eru ógvuliga høg. Spurningurin er um Kroatia megnar at gera tað til í minsta lagi eina spennandi finalu - danir kunnu verða skakaðir, og skulu teir í kvøld millum annað fyrihalda seg til stóra kroatiska fysikkin, sterku 5-1 verjuna og "beinleiðis" spælið".

Um Danmark vinnur, so verður talan um fyrsta landið nakrantíð, sum vinnur fýra heimsmeistaraheiti á rað í hondbólti. Nikolaj Jacobsen hevur ongan HM-dyst tapt enn, og tað eru fleiri við honum av spælarunum. Venjarin, Magnus Landin, Mads Mensah, Henrik Mølgaard, Simon Hald og havnarmaðurin Jóhan á Plógv Hansen kunnu verða teir fyrstu í søguni, sum eru við í fýra heimsmeistaraheitum á rað.

Sunnudagin 2. februar - Unity Arena í Bærum
14.00: Frakland - Portugal (Bronsudystur - TV2) 

17.00: Danmark - Kroatia (Finala) 

Finalan sæst á TV2/TV2 Play umframt DR1/DR TV

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder