Í Danmark er súkkluítróttin stór, og áhugin fyri kappsúkkling øgiligur, ikki minst eftir at tað í 1996 eydnaðist Bjarne Riis at gerast vinnari av heimsins størstu súkklukapping.
Hóast dopinggølur og nógvar keðiligar søgur frá ítróttini, er tað eydnast at halda áhuganum uppi.
Og í gjár fekk hesin áhugi nýtt brenni á ketlarnar tá tað frættist, at Danmark er valt at vera vertur fyri byrjanini av kappingini, tá hon verður skotin í gongd í 2021.
Tað vil siga, tað er framvegis eitt sindur av iva. Søgan er annars tann, at gleðiliga fráboðanin frá bæði danska mentamálaráðharranum og fíggjarmálaráðharranum á sosialu miðlunum í gjár varð tikin aftur, tá tað vísti seg, at almannakunngeringin var eitt mistak.
Eisini sjálvasti ovastin fyri Tour de France, Christian Prudhomme, hevði avdúkað tíðindini, men tók tey aftur.
Í dag skal tað so vera. Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri hevur kallað inn til tíðindafundar fyrrapartin saman við Rasmus Jarlov, vinnumálaráðharra og Frank Jensen, borgarstjóra Keypmannahavnar, og Fríðrikkur krúnprinsur verður eisini við.
Onki stendur í innbjóðingini til miðlarnar um, hvat tíðindafundurin í forsætismálaráðnum snýr seg um. Men øll taka sum givið, at tað á fundinum verður boðað frá, at Tour de France súkklukappingin í 2021 fær sína byrjan í Danmark.
Ritzau tíðindastovan hevur roynt at fregnast um, hvat evnið verður á tíðindafundinum, men hevur einki fingið at vita.
Í gjár avdúkaði Christian Prudhomme í eini samrøðu við fronsku sjónvarpsstøðina Europa 1, at súkklukappinin um tvey ár fer at byrja í Danmark.
- Eg eri serliga bilsin av stóra talinum av fólki, sum súkkla í Keypmannahavn. Keypmannahavn hevur fleiri súkklur enn íbúgvar, segði Prudhomme m.a. í samrøðuni.
Danska stjórnin hevur í fleiri ár erbeitt fyri at fáa Tour de France-byrjanina til landið, og í hesum sambandi hevur Christian Prudhomme vitjað í Danmark fleiri ferir.
Sum skilst er talan um, at tríggir teir fyrstu dagarnir verða hildnir í Danmark. Tað verður byrjað við eini tíðarkoyring í Keypmannahavn. Annar teinur verður úr Roskildi, tvørtur um Stórabelt til Odense, og triðja etapa verður frá Vejle í Jútlandi og út til Sønderborg á Als sunnast í landinum.
Tað er ikki óvanligt, at byrjanin til stóru fronsku súkklukappingina verður løgd uttan fyri Frakland. Seinastu árini hevur byrjanin ligið fast uttanlands annað hvørt ár, í ómakaðum árum. Tour de France er áður byrjað í eitt nú Onglandi og Írlandi. Í ár verður byrjað í grannalandinum Belgia.
Danmark hevur fyrr verið vertur til eina av hinum stóru súkklukappingunum. Tað var í 2012, tá byrjanin til italsku kappingina, Giro d’Italia, byrjaði í Herning.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald