Tað er liðið hjá Nikolaj Jacobsen, sum er í favorittleklutinum í HM-hálvfinaluni í Gdansk í kvøld. Í roynd og veru er danska liðið greiðir favorittur hjá veddingarfyritøkunum og eisini hjá flestu hondbóltsviðmerkjarum.
Tað verður tó ført fram við fyrivarni í Danmark. Tað er týðiligt, at donsku viðmerkjarnir og miðlarnir sum heild eru varnir, tí at júst Spania hevur fleiri ferðir spælt Danmark eitt puss í avgerandi dystum.
Heimasíðan hjá Danmarks Radio vísir á, at Spania hevur yvirtakið í teimum seinastu fimm "knock-out dystunum" millum londini.
Bæði í 2013 og 2015 sløkti Spania danska HM-dreymin. Í 2013 var tað í júst Spania og í sjálvari finaluni, at danir vórðu eymýtkir og taptu við 14 málum. Tvey ár seinni í Katar varð fjórðingsfinalan landanna millum avgjørd í seinastu sekundunum.
Spaniólar stórfegnast eftir sigurin í tvífaldari yvirtíð móti Noregi í fjórðingsfinaluni mikukvøldið (Mynd: EPA)
Spania gjørdist evropameistari í 2018 og 2020 og var aftur í EM-finalu í fjør. Tað finaluplássið gjørdist veruleiki eftir hálvfinalusigur á Danmark, har Jordi Ribera vann taktiska stríðið móti Nikolaj Jacobsen, og spaniólar vóru stinnari.
Um hugt verður eftir 2021, kunnu danir vera meira róligir. Bæði í HM-hálvfinaluni í januar og í OL-hálvfinaluni um summarið var Danmark omaná móti Spania.
Hetta er harvið triðja árið á rað og fjórða stóra endaspælið á rað, at Danmark og Spania skulu spæla hálvfinalu, og lagt er upp til spennandi dyst í Gdansk í kvøld, hóast Danmark hevur sæð sterkari út í endaspælinum. Hálvfinalan byrjar klokkan 17 og kann síggjast á TV2 og TV2 Play.
HM-hálvfinalur
Fríggjadagin 27. januar
17.00: Danmark - Spania
19.30: Svøríki - Frakland
Les eisini: Heimsmeistararnir settu heimsmet
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald