Annað

Danski Tour de France-starturin útsettur til 2022

Danmark megnar ikki at vera vertur fyri EM í fótbólti og Tour de France samstundis.

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2020-08-03 12:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í nógv ár hevur Danmark arbeitt fyri at sleppa at gerast vertur fyri byrjanina av heimsins størstu súkklukapping, Tour de France.

Og stór frøi var í Danmark, tá fyrireikarin av súkklukappingini, ASO, boðaði frá, at fyrstu tríggir teinarnir í kappingini í 2021 skuldu vera í Danmark.

Men nú er hetta stóra tiltakið útsett í eitt ár.

Orsøkin er, at Tour de France-starturin fellur saman við EM í fótbólti, har nakrir av dystunum verða spældir í Parken í Keypmannahavn.

EM í fótbólti skuldi vera í ár, men varð útsett til komandi ár, eins og olympisku leikirnir í Tokyo.

Tour de France er á hvørjum ári, og verður vanliga hildin frá fyrsta vikuskiftinum í juli og fram til ólavsøkumundið.

Men í ár er stóra franska súkklukappingin útsett til september, orsaka av korona støðuni.

Við atliti til olympisku leikirnar komandi ár, er Tour de France 2021 skumpað nakað fram og er ásett at byrja 26. juni. Men hetta passar ikki donsku fyrireikarunum, tí tað er mitt undir EM kappingini í fótbólti, sum verður hildin í fleiri evropeiskum býum.

Í staðin verður Tour de France súkklað í Danmark 1,. 2. og 3. juli í 2022. Tað boðaði Frank Jensen, yvirborgarstjóri í Keypmannahavn frá í dag.

Tour de France ætlanirnar í Danmark er at byrja við eini tíðarkoyring í Keypmannahavn. Dagin eftir verður súkklað úr Roskilde tvørtur um Stórabelt til Nyborg, og triðja dagin verður súkklað úr Vejle til Sønderborg.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder