Fótbóltur

Danskur miðvallari venur við HB

24-ára gamli Mathias Nygaard hevur seinasta hálva árið spælt við FC Fredericia, ið liggur á odda í næstbestu donsku deildini.

Mathias Nygaard í reyðu troyggjuni. Møguliga spælir hann í reyðum og svørtum komandi ár (Mynd: FC Fredericia)

Mathias Nygaard í reyðu troyggjuni. Møguliga spælir hann í reyðum og svørtum komandi ár (Mynd: FC Fredericia)

2019-12-06 17:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hópurin hjá steypavinnarunum er fyri nøkrum broytingunum, og liðið verður við kappingarbyrjan komanid ár fyriuttan fleiri av føstu leikarunum frá seinastu árunum:

- Greitt hevur í eina tíð verið, at verjuleikarin Lasse Andersen allarhelst ikki heldur fram
Sebastian Pingel hevur skift til grannarnar B36 
- Símun Samuelsen boðaði í seinastu viku frá, at hann gevst
Brynjar Hloðversson fær ikki longt sáttmálan
Landsliðsbakkurin Magnus Egilsson er í løtuni til royndarvenjing hjá nýggja liðnum hjá Heimiri Guðjónssyni í Íslandi

Ivamál er um tveir av sandoyingunum - serliga Ara Mohr Olsen, ið helst ikki heldur fram. Pætur Petersen hevur møguleika fyri at fara til Íslands at spæla, og hevur ikki undirskrivað nýggjan sáttmála.

Afturat hesum eru Hørður Askham og Tróndur Jensen úti til í øllum førum summarsteðgin við krossbandsskaðum.  

HB er í gongd við at styrkja um hópin. Nakað av tilgongd hevur verið (Heri Mohr úr AB og Heðin Hansen úr Víkingi), og bolt.fo skrivaði í gjár, at danskur miðvallari er komin í Gundadal til royndarvenjing. 

Talan er um 24 ára gamla miðvallaran Mathias Nygaard. Sáttmáli hansara við FC Fredericia gongur ut á nýggjárinum. Hann kom til felagið úr Fremad Aarhus í summar. Mathias Nygaard hevur spælt 11 dystir í næstbestu deildini í leiklutinum sum innskiftari og tríggjar steypadystir síðani í summar.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder