Um vikuskiftið var triðja og næstseinasta umfarið av liðkappingini í dart.
Tað er soleiðis, at øll 7 liðini í deildini møtast á sama stað hvørjaferð, og spæla so ein til tveir dystir í part. Aftana 4 umfør hava øll møtst einaferð, og so verður FM vinnarin, tann ið er fremstur.
Hesuferð var Klaksvíkar Dartfelag vertur, og var spenningurin stórur aðrenn vikuskiftið.
D9 av Skála og HDF skuldu møtast í fyrsta dysti, og um D9 skuldi gera sær vónir um at vinna FM, so skuldi tann dysturin vinnast. Men har var eingin slingur í valsinum hjá HDF og vunnu teir 9-2.
Seinni dysturin hjá HDF var ein reinur toppdystur ímóti VDF. Liðini lógu ájøvn í stigum, og kundi vinnarin næstan kalla seg FM vinnara fyri 2020. Tað sást tíðiligt, hvussu nógv dysturin hevði at siga fyri liðini, og var tað nógv tosa um dystin aðrenn. Men tá menn fóru fram til skivuna, lat HDF ongan iva verða um, at teir eru besta liðið í landinum.
Eftir 5 teir fyrstu dystirnar var støðan 5-0. Og sjálvt um vágamennirnir royndu at koma aftur, so var einki at gera, og vann HDF 9-4.
HDF hevur nú ein dyst eftir, og er tað ímóti HDF 2, sum liggur niðast. Og tað skal henda eitt undur, um teir verða innheintaðir av VDF. Sjálvt um spenningurin um FM heitið so gott sum er farin aðrenn seinasta dyst, so er stórur spenningur um 2 og 3 plássið.
Teir seinastu dystirnir verða leiktir í Klaksvík 7. mars.
Støðan eftir 3. umfari í liðkappingini er:
Teir ið mannaðu liðið hjá HDF vóru Jan McIntosh, Uni Árting, Niels Thomsen og Eyðun Samuelsen.
17 pør vóru møtt til triðja umfarið av FM í tvímansleiki, og sum so ofta, so var okkurt yvirraskilsi.
Væntað var aðrenn, at FM vinnarnir frá 2017 og 2018, Jan Mcintosh og Uni Árting, saman við FM vinnarunum frá í fjør, Hera Kalsoy og Hans Eivind Olsen og so Jan Erik Fjallstein/Bergur Klúftá og Remy G Hansen/Petur Thomsen fóru at koma í hálvfinalurnar. Men heldur yvirraskandi, so taptu Remy og Petur longu í hálvfinaluni, ímóti Una Heðinsson og Hans Jacob Heinesen úr KDF.
Hálvfinalurnar gjørdust spennandi og væl spældar. Bergur og Jan Erik møttu Una og Hans Jacob, og komu klaksvíkingarnir á odda 3-1, og aftur her sá man, at eitt yvirraskilsi kundi henda. Men vágamennirnir tóku seg saman, og vunnu 5-3.
Í seinnu hávfinaluni var spenningurin stórur, tá FM-vinnandi pørini trý tey seinastu árini skuldu møtast. Uni og Jan gjørdu bart og vunnu 5-1, har settini vóru á 22 – 18 – 18 – 19 og 16 pílar, sum er ómetaliga gott í tvímansleiki. Finalan stóð so ímillum Jan og Una og Bergur og Jan Erik.
Jan og Uni lótu ongan iva verða um, at teir í løtuni eru besta parið í landinum, og vunnu teir 6-2.
Næsta kapping verður 15. februar, tað verður tá kappast fyri einstaklingar. Aftana kappingina, fara landsliðsvenjarnir at taka út bruttohóparnir hjá kvinnum og monnum, sum skulu til Nordic Cup um mánaðarskiftið apríl/mai.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald