Dartsamband Føroya, DSF, hevur luttikið á aðalfundi hjá WDF (World Darts Federation), sum hevur verið hildin í Cluj-Napoca, Rumenia.
Fundurin er í samband við HM í dart fyri lið, sum verður spælt hesa vikuna.
DSF hevði sum mál at fáa”fyribils limaskapin” broyttan til fullan limaskap. Í hesum sambandi vóru Hans Eivind Olsen, forseti, og Kristian Joensen, varaforseti, á aðalfundinum og høvdu eina framløgu um Føroyar og føroyskt dart. Aðalfundurin skuldi eisini taka støðu til umsóknir frá Slovenia, Monaco, Singapore og Kroatia.
Eftir at øll fimm londini høvdu havt sína framløgu, vórðu londini biðin um at fara úr fundarhølinum, meðan limalondini skuldu atkvøða um hesi fimm londini skuldu fáa limaskap ella ikki.
Eftir umleið 10 minuttir vóru umsøkjara-londini biðin um at koma innaftur í fundarhølið, har ”dómurin bleiv sagdur”. Øll londini, íroknað Føroyar, fingu fullan limaskap.
Hetta merkir, at Føroyar nú hava fullan limaskap í World Darts Federation, atkvøðurætt á fundum hjá WDF, rættin at taka lut í komandi EM og HM kappingum og kunnu søkja WDF um at fáa altjóða kappingar til Føroyar, eitt nú at fáa Tórshavn Open/Faroe Islands Open góðkendar og lagdar í WDF-álmanakkan.
Fyrsta stóra uppgávan verður Nordic-Cup í Danmark í apríl og EM í Spania í oktber 2020.
Kristian Joensen, varaforseti, og Hans Eivind Olsen, forseti, í Dartsambandi Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald