Annað

David Kunoy vann aftur í boksistevnu í Danmark

Dómarin støðgaði dystinum tí mótstøðumaðurin hevði fingið eitt sár á skallan.

2024-01-21 10:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyski nevaleikarin David Kunoy frá Tórshavn Boksing fekk enn ein flottan sigur í skrínið í gjár, tá hann var við á stóru donsku Galla Fight Night boksistevnuni, sum varð hildin í Gilleleje hallen í gjár.

Hann varð í fyrsta umfari boðin við á stevnuna at boksa móti einum lokalum boksara hjá Gilleleje Bokseklub yvir trý umfør í lættmillumvekt. Tá tað vísti seg, at hesin kortini ikki var førur fyri at boksa dystin, varð nýggjur mótstøðumaður valdur, Christian Overgaard, frá Herlev bokseklub.

David vann dystin, tá dómarin støðgaði dystinum í øðrum umfari. Danski boksarin, sum boksar rættiliga framboygdur, hevði fingið eitt stórt sár á skallan, og kundi tí ikki halda fram.

Dystrin var rættiliga rótutur, verður sagt, men teir bðaðir hóskaðu væl til hvønn annan, og úr báðum hornum var semja um, at teir eiga at fáa ein umdyst einaferð, tá tað liggur fyri.

David Konoy hevur nú boksað 18 dystir harav hann hevur vunnið teir 14. Tórshavn Boxing sær fram til fleiri altjóða dystir við honum á skránni, og arbeitt verður nú við at fáa hann við til størri altjóða kappingar.

(tekstur rættaður, viðvíkjandi mótstøðumanninum, kl. 10.48)

[object Object]


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder