Annað

Dávur Magnussen aftur fyrstur um málstrikuna

Súkkling: Í gjár var kapping í einkulstarti á skránni, og megnaði Dávur Magnussen at vinna sína fjórðu kapping í ár.

Mynd: Tórshavnar Súkklufelag

Mynd: Tórshavnar Súkklufelag

2020-05-24 15:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár, leygardagin 23. mai var kapping í einkultstarti á skránni.

Teinurin gekk frá Hotel Føroyum, niðan á Kleynisvarða, og til Mjørkadal. Málið var uppi á Sornfelli, á 650 metra hædd. Hóast stutt (15 kilometrar) so var talan um harðan tein, skrivar Tórshavnar Súkklufelag.

Enn einaferð varð tað Dávur Magnussen, sum kom fyrstur um málstrikuna. Hann hevur nú vunnið fýra av fimm kappingum í ár.

Dávur brúkti 39 minuttir og 58 sekund um teinin. Jákup Petur Eliasen gjørdist næstur, og hann brúkti 43 minuttir og sjey sekund um teinin, tvs. 3 minuttir eftir vinnaran.

Veðrið at súkkla var framúr gott. Tað var vátt, men lítil og ongin vindur var. Eisini var nakað av mjørka, men ikki í Mjørkadali, har sólin hevði hug at kaga fram.

Úrslitið, 15 km Einkultstartur, Hotel Føroyar - Sornfelli

1. Dávur Magnussen, 39 minuttir og 58 sekund
2. Jákup Petur Eliasen, 43:07
3. Gunnar Dahl-Olsen, 45:01
4. Jan Hjaltalin Olsen, 53:25

Kappingin leygardagin var triðja av fimm einkultstartskappingum, í GIANT Várkappingini 2020.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder