Annað

Dávur Magnussen gott úrslit í Svøríki

Súkkling: Føroyski súkklarin kom inn á sjeynda pláss í kapping sum Riwal-liðið vann.

Dávur Magnussen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Dávur Magnussen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-05-12 09:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Okkurt bendir á, at formurin hjá føroyskum súkklarum er við at nærkast nú tað nærkast oyggjaleikum aftur.

Dávur Magnussen, sum vann silvur í landavegskoyringini á oyggjaleikunum í Gotlandi fyri tveimum árum, fekk í gjár eitt gott úrslit. Tað var í kappingini Scandinavian Race í Uppsala, ein býarkoyring,har koyrt var 190 kilometrar tilsamans á einum rundstrekki í býnum.

Dávur, sum súkklar fyri lítla danska felagið Team O.B. Wiik-Dan Stillads, gjørdist nummar sjey í kappingini – eitt úrslit, sum mett verður sera gott fyri hetta liðið.

Í tíðindaskrivi frá liðnum verður sagt, at alt eydnaðist sum tað skuldi. Dávur fekk góða hjálp heilt fram til endan av kappingini, so hann kundi vera við í spurtinum.

- Tað er gott endiliga at hava funnið beinini aftur, sigur Dávur sjálvur um góða úrslitið í kappingini, sum er hin elsta súkklukappingin í Norðurlondum. Men kappingin hevur tó ikki størri altjóða dám enn, at tað bert eru norðurlendsk lið, sum luttóku í kappingini.

Liðið hjá Torkili Veyhe er einasta fulltíðarprofessionella lið í Norðurlondum, og var tí stórfavorittur á Scandinavian Race. Team Riwal Readynez domineraði eisini kappingina alla sum hon var í gjár.

Rasmus Wallin vann við at súkkla einsamallur á mál langt framman fyri hinar. Jonas Aaen vann spurtin um annað plássið, og Nicolai Brøchner vann spurtin í høvuðsbólkinum og gjørdist nummar fýra.

Torkil Veyhe kom á mál sum nummar 21 í somu tíð sum Dávur Magnussen og hinir í høvuðsbólkinum.

[object Object]
Dávur Magnussen og Torkil Veyhe eftir góða úrslitið hjá Dáva á oyggjaleikunum í Gotlandi (Savnsmynd: Jens Kr. Vang) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder