Annað

Dávur Magnussen vann FM í Býarsúkkling

Favoritturin var ein góðan minutt skjótari enn nummar tvey í gjár.

Mynd: Tórshavnar Súkklufelag

Mynd: Tórshavnar Súkklufelag

2020-09-25 11:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár gjørdist Dávur Magnussen FM-vinnari í Býarsúkkling.

Dávur Magnussen og Helgi W. Olsen vóru favorittar, tá kappast var í Býarsúkkling í gjár.

Kappast bleiv vestanfyri. Í ár var tað Velbastaður, sum var karmur um kappingina. Startur og mál var við bryggjaríið Okkara.

Koyrt bleiv frá Okkara niðan á landsvegin, inn móti Velbastað, og siðan eftir Ervavegi, fyri síðan at koyra niðan móti Okkara aftur. Koyrt bleiv í 40 minuttir, og síðan eitt "finaluumfar", skrivar Tórshavnar Súkklufelag.

– Kappingin var ikki meir enn byrjað tá Dávur og Helgi settu ferð á. Hesir teljast millum okkara sterkastu súkklarar, og eftir ein góðan umgang, sluppu teir frá feltinum, sum í gjár taldist Jákup Petur Eliasen, Hilmar Hansen, Jan Hjaltalin Olsen og Gunnar Dahl-Olsen.

– Favorittarnir "traðkaðu á speedaran", og so megnaðu Jákup Petur, Hilmar, Jan og Gunnar ikki at halda tørn, og máttu "sleppa". Dávur og Helgi øktu aftur til feltið, og Jákup Petur, Hilmar og Gunnar sóu tí skjótt, at tað var ikki FM heitið teir nú kappaðust um.  Dávur var væl fyri, og á triðja umgangi bleiv traðkið niður í pedalurnar enn harðari, og í brekkuni niðan móti Okkara, megnaði Dávur tí at koyra frá Helga.

Eftir kappingina segði ein væl nøgdur Dávur Magnussen:

- Eg koyrdi næstan alt eg kundi fyrstu tríggjar umgangirnar fyri at troytta Helga. Í triðja umgangi sá eg, at Helgi ikki lá beint aftanfyri meg. Koyrdi tí alt eg kundi fyri at økja.

Tá avtornaði vann Dávur við einum góðum minutti á Helga. Triðjur á mál gjørdist Jákup Petur Eliasen.

Elsa Berg gjørdist FM vinnari hjá kvinnum, og Jón Ellingsgaard vann motiónsbólkin.

Í nú fleiri ár hevur FM verið skipað soleiðis, at kappingarnar (Býarsúkkling, Einkultstartur, og Landavegsúkkling) liggja dag um dag.

Í kvøld verður kappast í Einkultstarti, og koyrt verður millum Hvalvík og Saksun. Kappingin byrjar kl. 18.

Í morgin, leygardagin 26. september, verður kappast í Landavegsúkkling. Tá verður byrjað á Vaglinum í Havn klokkan 15. Leiðin gongur gjøgnum Sundalagið, og málið verður Eiðisskarð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder