Annað

Dávur Magnussen vunnið FM-gull í trimum kappingum

Hjá kvinnunum vann eisini Elsa Berg tríggjar kappingar á rað.

Mynd: Tórshavnar Súkklufelag

Mynd: Tórshavnar Súkklufelag

2020-09-28 08:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósdagin vann hann FM í Býarsúkkling, fríggjadagin í Einkultstarti, og leygardagin vann Bárður Magnussen aftur FM-gull, tá kappast varð í Landavesúkkling.

Leygardagin varð byrjað á Vaglinum í Havn, og leiðin gekk síðani gjøgnum Kaldbaksbergholið, norður gjøgnum Sundalagið, og so skuldu súkklarar "klintra" allan vegin niðan á Eiðisskarð.

Kappast bleiv á tveimum teinum. Ein styttri og ein nakað longri.

Kvinnur og motiónistar koyrdu norður gjøgnum Sundalagið, við kós móti Eiði, fyri síðan at súkkla síðsta strekkið niðan móti Eiðisskarð, sum er góðar fimm kilometrar.

Opin Bólkur skuldi gjøgnum Norðskálatunnilin, til Funningsfjørð, og til Elduvík. Leiðin gekk síðani aftur móti Funningsfirði, til Funning, og so skuldi súkklarar "klintra" seinasta teinin niðan móti Eiðisskarð.

Eins niðan úr Eiði, eru tað umleið fimm kilometrar niðan úr Funningi, niðan á víkiplássið niðanfyri Slættaratind.

Tórshavnar Súkklufelag greiðir soleiðis frá:

"Master-startur" var frá Vaglinum niðan móti rundkoyringini við Føroya Tele. Tað gekk ikki long tíð, so bleiv ferðin sett upp, og tað bleiv rykt og skrykt. Helgi W. Olsen rykti, og feltið syndraðist. Pulsurin reyk upp, og so bleiv feltið samlað aftur. Dávur Magnussen rykti upp til Jákup Petur Eliasen, sum eina løtu lá hálvan kilometur frammanfyri feltið, og so reyk pulsurin aftur upp í topp. Tað kom aftur samling í. Við "Landsfjósið" bleiv aftur rykt, men nú syndraðist, og tann eini bólkurin bleiv til fleiri.

Dávur, Helgi, Jákup Petur og Hilmar Hansen sluppu avstað. Jan Hjaltalin Olsen, Andrass Joensen, Peter Jensen og Gunnar Dahl-Olsen bitu tennirnar saman og royndu tað teir kundu at fáa útbrotið aftur.

Kjartan Egholm misti eisini við "Landsfjósið", men var akkurát ov stuttur til at fáa Andrass & Co aftur. Sostatt bleiv tað til ein rættiliga langan og kanska einsligan túr hjá Kjartan.

Ávegis niðan móti Norðskálatunnlinum fór útbrotið í tvíningar. Okkara sterkastu súkklarar, Dávur og Helgi, settu ferð á, og so "kókaði yvir" hjá Jákup Petur og Hilmar.

Hetta sóðu Andrass & Co, og teir royndu nú tað teir kundu, at koyra Jákup Petur og Hilmar innaftur.

Málið nærkaðist og eyðsæð var, at vinnarin, og føroyameistari 2020, bleiv antin Dávur Magnussen ella Helgi W. Olsen.

Brekkan niðan úr Funningi er long og drúgv. Spenningurin vaks og menn troyttaðust. Dávur og Helgi hildu hvønn annan skák, og nakað aftaná krossin, har Funningsleiðin møtur Gjáarleiðini, royndi Dávur at seta Helga skákmát. Dávur traðkaði og traðkaði, og løtu seinni bleiv tað til skákmát og hattrick til Dávur, sum við sigrinum, vann sítt triðja gullheiðursmerki.

Tvær kvinnur kappaðust um FM-heitið

Tvær kvinnur luttóku í kappingini um FM-heitið, og eins og Dávur, vann Elsa Berg triðja sigurin á rað. Rigmor Rasmussen vann silvur. Rigmor er júst byrjað at súkkla, og tá hesar kvinnur kappast aftur í komandi ár, verður spennandi at fylgja hvussu leikur fer, skrivar Tórshavnar Súkklufelag.

Jón Ellingsgaard var aftur fyrstur um málstrikuna, men kappingin frá Flóvin Eidesgaard var hørð, og tí vóru tað bara sentimetrar sum skiltu nummar eitt og tvey tá dómarin steðgaði klokkuni. Casper Rosen vann bronsuna í motiónsbólkinum.

Sambært súkklufelagnum var talan um metluttøku til hesar FM-kappingar. Áður hava verið fleiri luttakarar til súkklukappingar í Føroyum, men tá hava eisini luttakarar úr Danmark og Íslandi verið millum teirra. Hetta var tó metluttøka við føroyskum súkklarum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder