Fótbóltur

De Bruyne og City svaraðu aftur

Annan dystin á rað skoraði City fimm mál og stevnir nú beint ímóti sínum fjórða meistaraheiti uppá fimm ár. Everton kom eitt fet nærri bjargingini.

Kevin De Bruyne var stóri maðurin hjá City í gjár við fýra málum (Savnsmynd: EPA)

Kevin De Bruyne var stóri maðurin hjá City í gjár við fýra málum (Savnsmynd: EPA)

2022-05-12 13:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Týskvøldið tryggjaði Liverpool sær ein 2-1 sigur á útivølli móti Aston Villa og legði harvið trýst aftur á Manchester City, sum í gjárkvøldið var á vitjan hjá Wolves. 

Tað var tó so at siga eingin slingur í valsinum hjá meistarunum. Eftir bert 23 minuttir hevði Kevin De Bruyne gjørt hattrikk - Dendoncker hjá Wolves hevði fingið eitt mál ímillum har - og belgiski miðvallarin skoraði til 4-1, tá ein tími var leiktur.

Raheem Sterling setti punktum, og so var greitt, at Manchester City fyri aðru ferð uppá fýra dagar hevði skorað fimm mál. Munurin niður til Liverpool er eftir 5-1 igurin nú aftur trý stig, og orsakað av seinastu úrslitunum er liðið hjá Guardiola nú sjey mál betri, hvat málmuni viðvíkur, og hetta telur harvið næstan sum eitt eyka stig.

Nógv bendir á at City endurvinnur meistaraheitið og vinnur sítt fjórða uppá fimm ár, men sunnudagin er ein á pappírinum torførur útidystur á skránni móti West Ham. Í síðsta umfarið er mótsstøðuliðið Aston Villa á heimavølli.

Í botnstríðnum slapp Everton eitt stig longri frá niðurflytingarstrikuni. Lampard og hansara menn vildu sjálvandi havt trý stig á útivølli móti niðurflutta Watford, har Everton hevði fleiri málmøguleikar, men av tí at Leeds tapti 3-0 móti Chelsea, sær tað meira og meira út til, at liðið úr Liverpool fer at yvirliva. Tvey stig eru niður til Leeds á 18. plássi, ið hevur leikt ein dyst fleiri og hevur nógv verri málúrttøku enn Everton.

Stigatalvan og dystarskrá sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder