Annað

Djóni Sakarisson ársins amboðsvenjari hjá monnum

Fimleikagalla 2019: - Venjingartímin verður sum eitt spæl, tí hann eggjar íðkarunum á ein jaligan og stuttligan hátt.

Djóni Sakarisson og Helen Gaardbo, forkvinna Støkk (Mynd: Erla Z)

Djóni Sakarisson og Helen Gaardbo, forkvinna Støkk (Mynd: Erla Z)

2019-06-16 00:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Ársins venjari er altíð positivur av lyndi, hann er engageraður og í góðum lag. Venjingartímin verður sum eitt spæl, tí hann eggjar íðkarunum á ein jaligan og stuttligan hátt, verður sagt um Djóna Sakarisson.

- Saman við sínum liðvenjarum, hevur hann miðvíst lagt nógv gott í komandi íðkararnar og fingið tað besta fram í teimum, sigur dómsnevndin

Ársins amboðsvenjari hjá monnum er: Djóni Sakarisson, hjá Havnar Fimleikafelag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder