Annað

DM bronsa og føroyskt met til Rebekku Fuglø

Hetta er samstundis sterkasta úrslitið innan frælsan ítrótt í Føroyum nakrantíð.

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-02-18 07:17 Author image
Ari av Rana
placeholder

Um vikuskiftið varð kappast um DM innandura í høllini í Skive, og tríggir føroyingar vóru við í kappingunum. Tað eru tær tríggjar Treysta-genturnar, Rebekka Fuglø, Oddvør Josephsen og Maria Biskopstø, sum í løtuni gongur á ítróttareftirskúla í Vejle, har hon hevur frælsan ítrótt á linju.

Rebekka Fuglø endaði við einum bronsumerki á teininum 1500 metrar renning. Rebekka fegnaðist um sítt bronsumerki, men ikki minni um tíðina, sum gjørdist eitt stórt føroyskt met – 4.26,35. Hetta er samstundis sterkasta úrslitið innan frælsan ítrótt í Føroyum nakrantíð. Við 1022 IAAF-stigum dettur sterka maratonúrslitið hjá Marnu Egholm frá Berlin í 2015 niður á annað pláss, skrivar Frælsur Ítróttur Føroya á heimasíðuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder