- Vit endaðu nummar tvey í FK-kappingini, men vórðu koyrd úr kappingini, tí tvær gentur vóru á liðnum.
Tað sigur Winnie Simonsen, sum situr í nevndini hjá TB-flogbólti. Talan er um dyst í D15-landskappingini ímillum ÍF og TB, umframt at TB varð dømt at missa annað pláss í FK-kappingini. Men teir vórðu at enda dømdir at tapa dystin, tí tvær gentur vóru á liðnum. Winnie Simonsen undrast yvir, at tað ikki var loyvt at spæla við gentum á liðnum.
- Eg havi spælt nógv av flogbólti, og tað hevur altíð verið í ordan at havt gentur á dreingjaliðum, sigur hon.
Søktu um loyvi - svarið kom eftir 80 dagar
29. august søkti TB um at fáa loyvi at brúka gentur á liðnum. TB hevði nokk av dreingjum til at manna eitt lið, men tey kláraðu ikki at manna eitt lið hjá gentunum. Tvær serliga dugnaligar gentur vóru eftir og ein av teimum var á landsliðnum fyri sín aldur.
- Vit tulkaðu svarið frá Flogbóltssambandinum sum, at tað var í ordan at brúka hesar leikarar, sigur Winnie Simonsen. Hon leggur afturat, at tað tók 80 dagar hjá Flogbóltssambandinum at svara, og at tey hava sent sambandinum eitt langt skriv, har tey vísa sína ónøgd.
Winnie sigur, at grundgevingarnar frá Flogbóltssambandinum fyri at nokta gentunum at spæla við dreingjunum er, at Flogbóltssambandi arbeiðir við at menna dreingjaflogbólt. Tí skal bert vera loyvt at brúka gentir á liðnum, um eitt lið ikki klárar at manna lið, og tað klárar TB í grundini. Hon sigur at hon gott kann skilja grundgevingarnar, men at hon heldur, at støðan hjá TB er umvend.
- Vit upplivdu, at fleiri dreingir fingu áhuga fyri flogbólti eftir góðu úrslitini hjá dreingir 15. Tað hevur týdning fyri okkum at vinna, sigur hon og leggur afturat, at TB hevur havt trupulleikar við at manna dreingjaliðini áður. Ein onnur síða av sakini er, at tveir dugnaliðir kvinnuligir leikarar, ikki fáa spælitíð og har við missa møguleikan at menna seg.
- Nú kunnu tær bara spæla við kvinnuliðnum, og tað eru tær enn ov ungar til. Tí enda tær við at sita nógv á bonkinum, greiðir Winnie Simonsen at enda frá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald