2021-05-31 16:31
Trý av liðunum í hálvfonalunum í kappingini um Løgmanssteypið vórðu funnin um vikuskiftið. Fjórða liðið verður funnið í dystinum millum B71 og HB tann 9. juni.
NSÍ, B36 og Víkingur eru vunnu sínar dystir um vikuskiftið, og spældu seg sostatt víðari.
Sjálvt um allar fjórðingsfinalurnar ikki eru leiktar, so verður tað í kvøld drigið lut um hvussu spælast skal í hálvfinalunum, sum verða 18. august og 2. oktober.
Tað verður í ítróttarsendingini 3-2 í sjónvarpinum, sum byrjar klokkan 19:25.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald