Tað hendi nógv ymikst í ítrottarheiminum í gjár. Her er eitt yvirlit yvir nakrar av yvirskiftinum:
Fótbóltur:
FA Cup: Tríggir dystir vóru í heimsins elstu steypakapping. Manchester City var aftanfyri 2-0 í Wales, men vendi øllum á høvdið seinastu løtuna og hevur framvegis møguleikan at vinna fimm steyp í ár. Solskjær og United tapti annan dystin á rað, tá Wolves koppaði stórfelagnum.. Seinasti dysturin í 1/4 finaluni er í gongd í dag.
Watford - Crystal Palace 2-1 (1-0)
Swansea - Manchester City 2-3 (2-0)
Wolverhampton - Manchester United 2-1 (0-0)
15.00: Millwall - Brighton
1. deild: Fult umfar var í gjár, og úrsltini háttaðu seg so, at helmingurin av liðunum deila 1. plássi við 4 stigum eftir tvey umfør:
2 | 16.03.19 | 13:00 | 07 Vestur | Víkingur | 0-0 |
2 | 16.03.19 | 13:00 | SKÁLA | KÍ | 1-1 |
2 | 16.03.19 | 15:00 | HB | B68 | 2-3 |
2 | 16.03.19 | 15:00 | EB/Streymur | B71 | 3-4 |
2 | 16.03.19 | 16:00 | NSÍ | B36 | 3-0 |
(FSF - sí støðuna her)
Brandur matchvinnari
Føroyingarnir í FH hava staðið seg væl í uppstartinum. FH vann í gjár 2-1 í Leingjubikarin kappingini, ið er íslendska League Cup; kapping undan sjálvari kappingabyrjanini. Tað var Brandur Hendrikson Olsen, sum sambært bolt.fo, ið avgjørdi dystin eitt korter fyri tíð.
Hondbóltur:
FIF greiddi sína skyldu og flutti upp í næstbestu donsku deildina við 33-16 sigri. Landsliðsvongurin Rói Berg Hansen og málverjin Tóraldur Kollsker eru partur av hópinum á Frederiksberg. Hetta var 20. sigurin útav 20 møguligum hjá føroyingafelagnum.
Á Jútlandi skapti U16-liðið hjá Skanderborg eitt bragd við at vinna steypakappingina í U18-deildini. Hetta skrivar in.fo. Á evnaríka liðnum eru tríggir evnaríkir føroyingar: Elias Ellefsen á Skipagøtu, Hákun West av Teigum og Pauli Jacobsen úr Hoyvík.
Dart:
Tórshavn Open er um viksukifti. Í gjár háttaðu úrslitini í einstaklingakappingunum seg soleiðis:
Menn
1. Jan McIntosh
2. Roland Lenngren
3. Petur Thomsen
3. Uni Árting
Fægst pílar
12 Roland Lenngren
Hægst útgang
158 Roland Lenngren
Kvinnur
1. Lýdia á Smið
2. Ingibjørg Magnusdóttir
3. Birthe Sikivat
3. Gunnbjørg Dam
Fægst pílar
19 Lýdia á Smið
Hægst útgang
106 Annika Joensen
Estetiskur fimleikur:
Steypakapping var í Bylgjuni í Runavík í gjár. Sí úrslit og myndir her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald