Annað

Dráttur basti SÍ í U14 Bónusfinaluni fyri gentur

Dráttur-SÍ 2-1 (22-25, 25-15, 15-13).

2024-02-24 13:48 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

U14 genturnar hjá Drátti vunnu gull í finaluni í Bónuskappingini.

Talan var um spennandi dyst og hartil ein sera væl leiktan dyst í einum árgangi, sum føroyskur flogbóltur kann vænta sær nógv av.

Ongin ivi er um, at nakrar av gentunum, sum leiktu dystin í dag, um ikki alt ov langa tíð, verða at síggja á føroysku U19 og A-landsliðunum. Onkrar teirra hava longu haft ávísa luttøku á U17 landsliðnum fyri gentir.

Javnbrótari mátti til, áðrenn Dráttur fór avstað við gullinum.

Besti leikari í dystinum var Marjun á Mýrini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder