Annað

Dráttur framvegis ósigrað, men tað var tepurt ímóti SÍ 

Dráttur vann styrkiroyndina ímóti einum av høvuðsavbjóðarunum til FM-finalurnar, SÍ, men tað var so tepurt, sum tað kundi vera: 16-14 í fimta setti.

(Mynd: Dráttur)

(Mynd: Dráttur)

2023-12-14 10:23 Author image
Innsent
placeholder

Føroya Tele-deildin, kvinnur:
Dráttur – SÍ 3-2 (25-17, 25-15, 23-25, 21-25, 16-14)

Eftir at Dráttur hevði lagt seg á odda 9-5 í fyrsta setti, vann SÍ sjey bóltar á rað og fór framum 12-9. Men fýra bóltar seinni var Dráttur aftur frammanfyri, 13-12. Heimaliðið gjørdi síðani eitt skarvslop við seks stigum á rað frá 18-16 til 24-16, áðrenn settið varð tryggjað við 25-17.

Annað sett gekk aftur og fram til 10-10, tá Dráttur í tveimum røðum fór upp á 20-11, áðrenn settið var vunnið 25-15. 

Í triðja setti hevði SÍ munin í fyrstuni, men megnaði ikki veruliga at slíta seg leyst. 15-12 og 16-13 leiðslur vórðu eisini mistar, og so fór Dráttur í staðin framum 21-19, áðrenn javnleikur aftur var við 22-22. Tanja Falkvard var sterk í blokkinum hjá SÍ, og syrgdi fyri tveimum settbóltum, og tí seinna gjørdi Sofía Weihe Simonsen sær dælt av, eftir at hon hevði misnýtt tann fyrra.

Stóran part  av fjórða setti hevði Dráttur munin, sum tó var tepur, kortini onkuntíð upp á trý, men eftir 19-18 til Drátt, vann SÍ seks stig á rað, og so var settið komið undir land.  

Í javnbrótaranum legði Dráttur best fyri, og fór framum 6-2 og 12-9, áðrenn SÍ vann fýra stig á rað og legði seg á odda 13-12. Sissal Ellefsdóttir javnaði til 13-13 við blokki, og eftir misskiljing hjá SÍ vann Dráttur sær dystarbólt. SÍ yvirlivdi, hóast trupult var at koma framvið blokkinum við Terezu Kerpcarová, Anniku Niclassen og Sissal Ellefsdóttir, men í triðju royndini eydnaðist tað loksins hjá Sofíu Weihe Simonsen. Tereza Kerpcarová vann við væl plaseraðum slagi oman í krókin Drátti enn ein dystarbólt, og honum tók slovakin sær eisini av. Fyrra smassjið steðgaðu Rhilari da Silva og Paula N. Joensen í blokkinum hjá SÍ, men í aðru syftu fór smassjið í blokkin og út – og so hevði Dráttur vunnið dystin.   

Dráttur er so statt framvegis ósigrað og hevur vunnið 25 av 27 møguligum stigum. SÍ klintrar við eina stiginum upp á annaðplássið, men tað er fyribils bert til láns, tí Fleyr á triðjaplássinum eigur tveir dystir til góðar, og fimm stig aftanfyri Fleyr liggja Mjølnir og TB við trimum dystum til góðar. Hesi bæði møtast í Trongisvági leygardagin. Sunnudagin tekur Fleyr ímóti KÍF.

Teir verða samstundis seinastu dystirnir í landskappingini, til hon byrjar aftur 14. januar. 6. januar verður skjøtul settur á Bónus steypakappingina.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder