Annað

Dráttur steypavinnari hjá kvinnum

Dráttur vann Bónuskappingina fyri kvinnur eftir ein sera spennandi og vælleiktan dyst. Fimm sett máttu til fyri at finna ein vinnara.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2024-02-24 18:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fleyr-Dráttur 2-3 (26-28, 25-23, 25-7, 21-25 21-25)

Lagt var upp til ein sera spennandi finaludyst millum Fleyr og Drátt í Bónuskappingini. Nøkur ár eru síðani, at fleiri áskoðarar hava verið til hesar finalurnar, so ljóðstigið var eisini høgt í høllini.

Higartil í kappingunum í ár, er Fleyr einasta liðið, sum hevur megnað at vunnið á Drátti, sum tó í seinastuni ikki hevur víst somu styrki sum fyrr á árinum.

Dysturin byrjaði sera spennandi. Liðini fylgdust mestum alt fyrsta sett, men Dráttur gjørdi ímóti endanum bart og vann 28-26.

Í øðrum settið dróg Fleyr tíðliga frá Drátti. Hetta var serliga við stórspælið frá Anju Danielsen, sum fer eftir fer megnaði at banka bóltarnar í gólvið hjá Drátti. Hartil fekk Fleyr sett blokkin rætt, so hóttanin frá sterku Terezu Kerpcarova bleiv minni. Fleyr hevði ímóti endanum 5 settbóltar, sum Dráttur tó megnarði at yvirliva, men ein servufeilur frá Henrikku Jacobsen avgjørdi settið. Nú var 1-1.

Triðja settið gjørdist øðrvísi enn øll onnur, sum Dráttur hevur leikt í ár. Tær blivu snøgt sagt avhølvaðar av Fleyr, sum vann settið 25-7! Onki virkaði hjá Drátti og tað tóktist, sum onkrar innanhýsis ósemjur darvaði spælið. Thirza Beccea frá Fleyr stór sera sterk í myndini í triðja settið við eini røð av tryggum sterkum servum. Thirza er einans 16 ára gomul.

Fjórða settið bleiv meira spennandi. Fleyr dróg frá, men um miðuna av settinum kom Dráttur afturíaftur. Tereza byrjaði at finna nakað av sínum stórspælið fram aftur samstundis sum Fleyr hevði trupuleikar við blokkinum. Nakað ov orkuni hjá Fleyr bleiv brúkt uppá frustratiónir, sum til endans gav gult kort frá dómaranum. Dráttur vann settið trygt og fótaði sær harvið aftur eftir lemjandi triðja settið.

Eins og spátt av Andreas Zachau og Guðrun Joensen í upptaktini á Rás1 í Televarpinum bleiv neyðugt við einum javnbrótara fyri at avgera finaluna. Liðini fylgdust og munurin var ongantíð størri enn eitt stig, inntil Dráttur eftir eitt smasj frá Anju Danielsen tók leikbrá. Tá var støðan 7-5 til Fleyr. Leikbráðið hjálpti og liðini skiftu síðu við støðuna 7-8. Dráttur helt leiðsluna til 9-11, tá Fleyr tók næsta leikbrá í settinum. Hetta hjálpti, tí eftir enn eitt smasj frá Anju, tók Dráttur leikbrá við støðuna 11-11.

Dráttur fekk settbólt eftir smasj frá Terezu, og eftir eina servur frá Jórunn E. Vang, syrgdi Tereza sjálv fyri, at gera nýtslu av settbóltinum við einum smasji til endaligu støðuna 13-15 og 2-3.

Dagsins leikari í dystinum gjørdist Anja Danielsen frá Fleyr.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder