Annað

Magnus Tausen: Dreingir skulu ikki á bonkin fyri gentur

Magnus Tausen greiðir frá, at tað er hent fyrr, at dreingir verða settir á bonkin fyri gentur í dreingjadeildum. Tað góðtekur Flogbóltssambandið ikki.

Magnus Tausen er formaður í Flogbóltsambandinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Magnus Tausen er formaður í Flogbóltsambandinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-03-05 20:02 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Fyrr í tíðini er tað hent, at dreingir sita á bonkinum og gentur verða settar inn. Reglurnar hava verið ógreiðar. Tí gjørdu vit eina lógarbroyting, sum sigur at dreingir spæla í dreingjadeildini og gentur spæla í gentudeildini. 

Tað sigur Magnus Tausen, formaður í Flogbóltsambandi Føroya. Hann sigur at undantøk verða einans veitt, um tað ikki ber til at manna lið, uttan at gentur spæla við. Men tað er ikki støðan hjá TB í D15-deildini. 

Les eisini: Dømdir at tapa dystin - gentur á liðnum

Les eisini: Høvdu ikki søgt um loyvi til gentu

- Har er talan um, at tvær gentur spæla við, hóast TB megnar at manna lið, greiðir hann frá. Hann viðgongur, at viðgerðartíðin av umsóknini hjá TB um at fáa loyvi at brúka gentir í dreingjadeildini var alt ov long, men tað broytir ikki sannroyndina, at TB kann manna lið uttan gentur. 

- Vit upplivdu fyri nøkrum árum síðani, at tríggir av fýra leikarum í eini FM finalu í D12 vóru gentir, meðan fleiri dreingir sótu á bonkinum. Tað er tí at reglurnar vórðu gjørdar meira greiðar, sigur formaðurin í Flogbóltssambandinum. Hann sigur eisini, at støðan hjá SÍ er ein onnur, tí at SÍ klárar ikki at manna lið uttan hjálp frá einari gentu. 

- Tí hevur SÍ nú fingið loyvi at brúka eina gentu á D15 liðnum hjá sær, greiðir Magnus Tausen frá. 

TB hevði aðrar møguleikar 
- TB kundi havt mannað eitt gentur 16 lið við hjálp frá yngru gentum ella gjørt eitt unglingalið, har hesar tvær genturnar kundu spælt við. Tey kundu eisini gjørt samstarvsavtalu við onnur lið, soleiðis at hesar genturnar spældu við einum øðrum liði, sigur Magnus Tausen. Hann skilur væl, at tað er trupult hjá TB-liðnum, tá tey nú eru dømd at tapa dystir. 

- Men TB tók eina avger um at lata genturnar spæla við á liðnum, hóast onki grundarlag var fyri at fáa loyvi, staðfestir hann. 

Hann heldur ikki at tað bara eigur at vera upp til einstøk lið at velja, hvussu tey menna sínar leikarar. Altso at TB eitt nú kann velja at raðfesta tvær dugnaligar gentur fram um minni dugnaligar dreingir. 

- Tá halda vit at tað setur potentiellar dreingjaleikarar til síðis, sigur hann og leggur afturat, at flogbóltsfeløgini hava havt trupuleikar at manna dreingjalið. 

Tað eru tvey ár síðani, at flogbóltssambandið broytti kappingarreglurnar, soleiðis at tær vórðu meira greiðar. Ætlar Flogbóltssambandið at halda fast í lógarbroytingunum? 

- Ja, vit hava ongar ætlanir um at broyta lógina aftur, sigur Magnus Tausen at enda. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder