Fótbóltur

Dysturin á Skála eisini framskundaður til leygardagin

Veðurforsagnirnar gera, at uppgerðin um Skálafjørðin verður leikt í morgin.

NSÍ skal yvirum fjørðin í morgin
(Mynd: Jens Kr. Vang)

NSÍ skal yvirum fjørðin í morgin (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-03-29 09:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinnapartin í gjár gjørdist greitt, at dysturin millum AB og B36 verður leiktur í morgin kl.15.00 ístaðin fyri sunnudagin, sum upprunaliga ætlað. 

Í gjárkvøldið kunngjørdi Skála á sínari Facebook-síðu, at dysturin móti NSÍ verður leiktur leygardagin. Tað er orsakað av ivasomu verðurforsøgnunum, at liðini á hvør sínum armi á Skálafjørðinum hava gjørt av, at tey spæla um stig og steyp seint seinnapartin í morgin. 

Fyrsta bríksl á Skála verður klokkan 17.00. 3. umfar í Betrideildini sær annars soleiðis út: 

Leygardagin (30/3): 
15.00: AB – B36
17.00: Skála - NSÍ

Sunnudagin (31/3): 
15.00: HB – Víkingur
          KÍ – EB/Streymur

16.00: ÍF – TB




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder