07 Vestur vann 2-1 á Skála fyri løtu síðani og lyfti seg harvið upp á 18 stig fyri 14 dystir. Liðið er á 6. plássi og langt frá niðurflytingarvanda - sjey stig eru upp til NSÍ og 4. plássið-
Um hetta ikki verður sæð sum nóg gott í Vágum skal ikki sigast. Tó vita góðar keldur hjá Portalinum, at 07 Vestur hevur hugt uppá støðuna og aðrar møguleikar á venjarapostinum.
Sambært okkara keldum hevur samband við millum 07 Vestur og Dan Brimsvík seinastu tíðina, og tað sigst, at tað helst ikki er langt frá einari avtalu.
![]()
Dan Brimsvík fór úr starvinum í B36 fyri tjúgu døgum síðani - helst síggja vit hann skjótt á síðulinjuni fyri annað føroyskt felag (Mynd: Sverri Egholm)
Portalurin hevur roynt at sett seg í samband við formannin í 07 Vestur, Jens Kristian Haraldsen, og Dan Brimsvík sjálvan. Hvørgin er til at fáa fatur á í løtuni. Aðrir persónar tætt við hava onga viðmerking ella siga seg ikki kenna til, at eitt venjaraskifti er ávegis.
Dan Brimsvík var staddur á Skála til dystin í kvøld.
Sìðsta summar fór Micheal Schjønberg úr 07 Vestur eftir fyrru hálvu, tá 07 Vestur var í uppaftur betri støðu. 07 Vestur hevur tveir dystir eftir áðrenn summarsteðgin - ÍF á heimavølli sunnudagin og lykladyst í Runavík fríggjadagin 5. juli.
Portalurin fylgir støðuni
14. umfar í Betrideildini
Í morgin, mánadagin 24. juni
Skála - 07 Vestur 1-2 (0-0)
49' Emil Grønn Pedersen (Maxwell Effiom) 0-1
62' Hans Erik Gunnarson 0-2
72' Carlos Ferreira 1-2
Støðan:![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald