Hondbóltur

EB verður í bestu deildini komandi kappingarár

Eiðis Bóltfelag hevur sett roynda íslendingin Kristinn Guðmunsson sum høvuðsvenjara hjá kvinnunum, ið nú fara at taka fetið upp. Harvið verða átta lið í SMS-deildini næsta kappingarár.

Kristinn Guðmunsson er settur í starv á Eiði, har hann skal taka sær av kvinnuliðnum og ungdómshondbólti (Mynd: eb.fo)

Kristinn Guðmunsson er settur í starv á Eiði, har hann skal taka sær av kvinnuliðnum og ungdómshondbólti (Mynd: eb.fo)

2021-05-07 13:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er langt síðani seinast, men nú verður EB aftur at síggja í fremstu røð. Eiðis Bóltfelag hevur boðað frá, at felagið, í tøttum samstarvi við HSF, hevur gjørt av at melda lið til bestu kvinnudeildina næsta kappingarár.

- EB hevur seinastu árini arbeitt miðvíst við ungdómsdeildunum í hondbólti. Hetta hevur havt við sær, at EB hevur lið við í øllum aldursbólkum bæði á gentu og dreingja síðuni. Hettar er eitt gott fundament at byggja víðari á.

Í fjør endaði EB nummar seks av átta liðum í næstbestu deildini hjá kvinnum. Við teirra luttøku kemur talið av liðnum í SMS-deildini upp á átta.

Royndur íslendingur skal standa á odda

Til uppgávuna hevur EB sett íslendingin Kristinn Guðmunsson sum høvuðsvenjara. Eiðis Bóltfelag boðar frá, at Kristinn Guðmundsson verður venjari hjá kvinnunum, og umframt hetta fer Kristinn at hava høvuðsábyrgdina av allari venjing og skal í góðum samstarvi við venjararnar hjá EB menna ungdómin í felagnum. Kristinn byrjar í starvinum 1 juli.

Arbeitt verður eisini við, at finna ein venjara til 2. ungdómslið, ein málmansvenjara og ein styrkivenjara.

Um nýggja venjaran skrivar EB, at hann er 44 ára gamal og hevur drúgvar royndir sum venjari. Kristinn Guðmunsson hevur verið venjari í bestu íslendsku mannfólkadeildini í 12 ár, í bestu íslendsku kvinnudeildini í tvey ár og í næst og trið bestu kvinnudeildini í Noregi í fimm ár. Hann hevur eisini vant børn og ung øll árini.


 




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder