Fótbóltur

EBS/Skála leggur seg fremst

Javnt í oddinum bestu kvinnudeildini. Fult umfar hevur verið um vikuskifti.

Lea Lisberg tók sær av báðum málunum hjá EBS/Skála í dag (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Lea Lisberg tók sær av báðum málunum hjá EBS/Skála í dag (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-05-30 23:19 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fult umfar hevur verið í bestu kvinnudeildini í fótbólti um vikuskiftið. Hetta var níggjunda umfarið, og í mun til í fjør, so er spenningur í deildini, tí eingin enn megnar at fara frá hinum.

Við 2-1 sigri móti B36 í dag, samstundis sum HB og KÍ leiktu javnt, leggur EBS/Skála seg á odda í deildini. Felagsliðið hjá sundalags- og skálakvinnum hevur 19 stig. KÍ er beint í hølunum eisini við 19 stigum.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Sí myndir frá HB-KÍ

HB liggur fjórða plássi við 17 stigum.

NSÍ er komið fyri seg eftir at hava fingið eina heldur vánaliga byrjan upp á kappingarárið. Í dag vunnu runavíkskvinnur 6-4 móti Víkingi, sum seinastu umførini er dragna nakað í FM-stríðnum. Víkingakvinnur hava ein dyst til góðar móti 07 Vestur, og við sigri har, kunnu koma ájavnt við NSÍ.

Uppflytararnir í deildini, AB/B71 og 07 Vestur hittust á Argjum í gjár. Vágakvinnur vunnu dystin 4-1, og koma upp á seks stig. AB/B71 hevur enn til góðar at fáa síni fyrstu stig.

AB/B71 - 07 Vestur 1-4 (0-2)
26' Evelin Da Silva Mastropasqua 0-1
44' Evelin Da Silva Mastropasqua 0-2
53' Ruth Albinsdóttir 0-3
56' Bettieyð Ellingsgaard 0-4
70' Vár Miðberg

Víkingur - NSÍ 4-6 (0-3)
3' Unn Hvidbro 0-1
25' Unn Hvidbro 0-2
44' Heidi Sevdal 0-3
57' Jensa Tórólvsdóttir 3-1
59' Maria Vinjardsdóttir Johansen 1-4
72' Hanna Isaksen Højgaard 2-4
81' Hanna Isaksen Højgaard 3-4
83' Kára Jarnskor 4-4
90' Heidi Sevdal 4-5
90' Maria Vinjardsdóttir Johansen 4-6

EBS/Streymur - B36 2-1 (1-0)
40' Lea Lisberg 0-1
51' Jacoba Langgaard 1-1 (br.)
51' Lea Lisberg 2-1

HB - KÍ 0-0

Støðan í Betri deildini kvinnur

1. EBS/Skála (19 stig)
2. KÍ (19 stig)
3. HB (17 stig)
4. NSÍ (16 stig)
5. Víkingur (13 stig)*
6. B36 (10 stig)
7. 07 Vestur (6 stig)*
8. AB/B71 (0 stig)

*Ein dyst færri


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder