Annað umfar í Betri Deildini hjá kvinnum er á skránni um vikuskiftið.
Fríggjakvøldið leiktu Víkingur og KÍ javnleik í Sarpugerði.
Í dag eru tveir dystir á skránni. Tann fyrri varð leiktur á Skála, har heimaliðið, EBS/Skála, vann 2-1 á 07 Vestur.
Tað var Rakul Vesturdal Magnussen, ið legði heimaliðið á odda tá átta minuttir vóru leiktir. Eitt korter fyri steðgin javnaði Margit M. Kwao fyri 07 Vestur til hálvleiksstøðuna 1-1. Tá seks minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki skoraði Lea Lisberg til endaliga úrsliti 2-1.
Við sigrinum hevur EBS/Skála lagt seg á odda í deildini, við fullari úrtøku eftir tveir dystir. HB kann við sigri í morgin leggja seg undir liðina á EBS/Skála, um tær vinna sín dyst ímóti grannunum úr B36.
Klokkan 15 fór seinni dysturin í dag í gongd. Hann er ímillum AB/B71 og NSÍ.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald