Annað

Eggja teimum yngstu til at spæla badminton

Havnar Badmintonfelag heldur fram við Miniton fyri 3 til 9 ára gomul.

Frá vinstru: Aksel Poulsen, Magnus Dal-Christiansen, Erland Poulsen, Jákup Poulsen, Marjun Niclasen og Gunnva Jacobsen

Frá vinstru: Aksel Poulsen, Magnus Dal-Christiansen, Erland Poulsen, Jákup Poulsen, Marjun Niclasen og Gunnva Jacobsen

2019-09-09 10:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú fer Havnar Badmintonfelag aftur undir venjingarnar fyri teir yngstu badmintonspælararnar. Hesar venjingarnar eita Miniton, og her læra børnini at spæla badminton gjøgnum spæl og øðrvísi badmintonvenjingum.

Miniton er fyri børn frá 3 til 9 ár, og øll børnini skulu hava ein avvarðandi við sær til hvørja venjing. Tey vaksnu eru aktivir luttakarar í venjingini saman við børnunum.

Í ár eru tað fimm garvaðir HBF’arar, sum standa fyri miniton. Venjarar eru beiggjarnir Erland og Aksel Poulsen, saman við Magnus Dal-Christiansen og Gunnvu Jacobsen. Vegleiðari er Marjun Niclasen. Tey hava øll spælt badminton við HBF í fleiri ár, umframt at tey hava umboðað Føroyar á landsliðnum.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder