Í morgin, leyagrdagin 4. desember klokkan 16, hittast NSÍ og B36 í finaluni um løgmanssteypið, sum verður á Tórsvølli.
Dómari verður 44 ára gamli Eiler Rasmussen.
– Hetta er uttan iva størsti dystur á árinum, so tað er við eyðmjúkleika, at eg nú gleði meg til júst hendan dystin. Nú ræður um at fyrireika seg væl, og hugsavna seg 100 prosent um uppgávuna, sigur hann.
Eiler Rasmussen hevur drúgvar royndir sum fótbóltsdómari. Síðan 1996 hevur fryntligi skálamaðurin, ið seinastu nógvu árini hevur verið búsitandi á Argjum, dømt 572 dystir á hægsta støði í føroyskum fótbólti, skrivar heimasíðan hjá FSF.
Hjálpardómarar í morgin vera Andreas Petur Hansen og Jón Marni Johannesen, meðan Petur Reinert verður 4. dómari. Dómaraeygleiðari verður Niklas á Líðarenda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald