Hondbóltur

Ein finalurøð byrjar - ein onnur kemur møguliga at enda

VÍF tekur klokkan 16 ímóti H71 í fyrstu mansfinaluni. Hoyvíkskvinnur kunnu í kvøld tryggja sær føroyameistaraheitið og harvið greipuna við heimasigri á Kyndli.

Kyndil skal finna lykilin til at basa H71, sum hevur vunnið tvær tær fyrstu finalurnar (Mynd: Sverri Egholm)

Kyndil skal finna lykilin til at basa H71, sum hevur vunnið tvær tær fyrstu finalurnar (Mynd: Sverri Egholm)

2023-05-06 12:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er stórur hondbóltsdagur í dag. Triðja, og møguliga avgerandi, FM-finalan hjá kvinnum er á skránni í Hoyvík í kvøld. Áðrenn tað spæla vestmenningar og hoyvíkingar fyrstu finaluna hjá monnum.

Hesin dysturin byrjar klokkan 16. Fyri bæði H71 og VÍF snýrt tað seg um at royna at stempla inn í røðina við sterkum avriki og sigri. Serliga týdningarmikið kann tað verða fyri VÍF, sum er á heimavølli.

Hoyvíkingar vóru omaná, tá liðini hittust í hálvfinalunum í steypakappingini í februar. Seinast H71 og VÍF høvdu eina FM-finalurøð var í 2021 - tá fóru teir í gulum og bláum avstað við gullinum.

Fyri H71 er tað ein smeitur, at Sveinur Olafsson eru úti við skaða í økslini. U21-landsliðsspælarin hevur verið umráðandi fyri barndómsfelagið aftur í ár - serliga í verjuni. Hann fær íhvussu er ikki fyrstu finalurnar við.  

Sí eisini - samrøður eftir at liðini tryggjaðu sær finalupláss í apríl: 
Filip Jojic: - Nú snýr tað seg um hvíld og fyrireiking til finalurnar
Bogi Hansen: - Skulu løna teimum finaluósigrinum frá 2021 aftur

[object Object]


H71 og VÍF stríddust um finalupláss í februar (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Og FM-gull í 2021 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Tað tykist at vera eitt slag av niðurteljing til FM-gull og harvið greipu til hoyvíkskvinnur. H71 hevur verið greitt sterkast alt kappingarárið, liðið vann steypakappingina í februar og hevur vunnið tvær tær fyrstu FM-finalurnar.

Harvið kann H71 avgerða alt á heimavølli í kvøld, har tað helst vera ein stór rúgva av áskoðarum og fjepparum. Kyndil skal fáa tamarhald á H71-álopinum, ið hevur skorað 30 + í báðum finalunum, og samstundis minka um persónligu og teknisku villurnar. Nógv hongur á Turið Arge Samuelsen, ið skoraði 15 mál í 32-27 taptinum mikukvøldið.

H71 hevur seinastu árini tikið risa fet í kvinnuhondbólti. Nú kann liðið vinna sína fyrstu greipu. Hetta markar helst eisini eina nakað øðrvísi tíð, tí í øllum førum Jana Mittún (Viborg) og Maria Haldóttir Weyhe (lesnaður) fara til Danmarkar eftir summarsteðgin. Nógv bendir eisini á, at tvíburðarnir Lív og Vár Zachariasen fara sama veg, umframt møguliga nakrar aðrar. Seinasti dansurin hjá fleiri í hópinum - higartil íhvussu er - kann harvið verða í kvøld.

Sí eisini: 
Jana Mittún: - Vilja øgiliga gjarna avgera tað leygardagin - er eitt sindur kensluborið
Sophus Dal-Christiansen: Vit hava ov nógvar tekniskar villur og brenna upplagdar møguleikar

Skráin í dag: 


[object Object]
Skíggjamynd: HSF

FM-finalur í Burn-deildini
Finala nummar 1leygardagin 6. mai í høllini í Vestmanna
16.00: VÍF - H71

FM-finalur
í SMS-deildini
Triðja finalan - leygardagin 6. mai í Hoyvíkshøllini
19.30: H71 (2) - Kyndil (0)

Báðir dystirnir kunnu síggjast á live.hsf.fo. FM1 hevur eisini beinleiðis frásøgn. Portalurin hevur ymiskt tilfar eftir dystirnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder