Fótbóltur

Ein rúgva av steypafótbólti

Átta dystir í fyrsta umfari í kappingini um løgmanssteypið verða leiktir seinnapartin. Lagt verður til brots klokkan 14.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-04-18 12:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Klokkan 14 verður hol sett á fyrsta umfar av kappingini um løgmanssteypið. Tá verða tveir teir fyrstu av átta dystum í dag bríkslaðir í gongd. Hinir dystirnir byrja allir klokkan 15.

Í fleiri av dystunum eru greiðir favorittar, men í steypafótbólti veit ein aldrin. Eitt nú mundi HB í fjør komið í trupulleikar av 07 Vestur, sum tá spældi í næstbestu deildini.

Tey tíggju Betrideildar liðini eru við í kappingini, men umframt tað luttaka Skála, B71, FC Suðuroy og AB úr næstbestu deildini, og Undrið FF og FC Hoyvík úr triðbestu deildini.

Tá klokkan nærkast fimm seinnapartin vita vit hvørji lið koma víðari til fjórðingsfinalurnar sum verða 30. mai. Finalan verður 6. november.

Dystirnir í dag

TB - HB (14:00)
B71 - Undrið (14:00)
B68 - EBS/Streymur (15:00)
B36 - AB (15:00)
KÍ - NSÍ (15:00)
07 Vestur - FC Hoyvík (15:00)
ÍF - FC Suðuroy (15:00)
Víkingur - Skála (15:00)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder