Annað

Einar og Rebekka vunnu

Sætta umfar í Betri Vetrarkappingini varð runnið leygardagin.

Einar og Hanus í harðari kapping (Mynd: Frælsur Ítróttur Føroya)

Einar og Hanus í harðari kapping (Mynd: Frælsur Ítróttur Føroya)

2019-03-07 10:57 Author image
Ari av Rana
placeholder

Einar og Rebekka vunnu opnu bólkarnar á Fossánesi leygardagin í sætta umfari í BETRI Vetrarkappingini. Líkindini at renna vóru av teimum allarfagrastu og tað sást aftur í tíðunum, serliga hjá teimum fremstu rennarunum.

Hjá monnunum bleiv tað til ein sera spennandi tvídyst ímillum Einar Gregersen og Hanus í Horni Nielsen. Teir lógu púra javnir allan vegin, og góvu hvør øðrum sera harða kapping, sum bleiv avgjørd í brekkuni niðan á málið á Fossánesi. Tá hevði Einar orku til ein sera góðan spurt og gjørdist vinnari við 31.30 min. fyri teir 8,8 km bert tvey sekund frammanfyri Hanus. Ragnar gjørdist nummar trý á Fossánesi. Steffan Klein Poulsen, sum vann seinast, var darvaður av skaða og rann ikki við.
 
Við sigrinum liggur Einar nú á odda í samlaðu kappingini við 238 stigum, frammanfyri Ragnar Rasmussen við 234 stigum, skrivar Frælsur Ítróttur Føroya.
 
Hjá kvinnunum var ongin ivi um sigurin hjá Rebekku Fuglø, sum vann við 33.11 min. frammanfyri Maritu Andrassardóttir við 35.21 min. og Hergerð Heldarskarð við 38.17 min.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder