Nógvir áskoðarar vóru til leygarkvøldsdystin við Løkin millum oddaliðið KÍ og NSÍ. Og um ikki annað fingu tey í bláum nógv fyri pengarnar, tí tað var ongantíð nakar nevniverdur ivi.
KÍ kom út sum eitt óløgið og hevði at kalla alt spælið allan dystin. Eina løtu í seinna hálvleiki royndi NSÍ at trýsta, men meira enn tað var tað ikki.
Claes Kronberg byrjaði KÍ-veitsluna tá hann legði KÍ á odda 1-0 í 20. minutti. Bob Sumareh gjørdist lítla løtu leysur frammanfyri NSÍ-málinum og legði KÍ á odda 2-0.
Og eftir 66 minuttir fingu NSÍ mønustingin tá Bob Sumareh skoraði til 3-0.
Tað, sum var eftir av dystinum mátti NSÍ verja alt tað, teir vóru mentir fyri at tað ikki skuldi gerast ljótt.
Úrslitið gjørdist 3-0 til útiliðið.
KÍ hevur higartil í ár víst eina knúsandi styrki. 51 mál skorað og hava bara latið fýra inn aftaná 12 dystir. KÍ hevur vunnið allar dystirnar uttan ein.
(Mynd: Sverri Egholm)
Við sigrinum í dag gerst munurin millum KÍ og HB heili 10 stig, og tað kunnu klaksvíkingar fegnast um í øllum førum til mánadagin, tá hinir dystirnir í 12. umfari verða leiktir.
12. umfar
NSÍ - KÍ 0-3 (0-2)
20' Claes Kronberg 0-1
34' Bob Sumareh 0-2
66' Bob Sumareh 0-3
B36 - HB (24. mai, 15:00)
TB - ÍF (24. mai, 15:00)
Víkingur - EB/Streymur (24. mai, 15:00)
B68 - 07 Vestur (24. mai, 16:00)
Støðan í Betri deildini
1. KÍ (34 stig)*
2. HB (24 stig)
3. Víkingur (22 stig)
4. NSÍ (21 stig)*
5. B36 (17 stig)
6. ÍF (11 stig)
7. EB/Streymur (9 stig)
8. 07 Vestur (8 stig)
9. B68 (6 stig)
10. TB (2 stig)
*Ein dyst fleiri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald